Stór seyðauppboðssøla í Hvalba í kvøld

Tað er Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, sum stendur fyri uppboðssøluni, har longu nú kann bjóðast upp á seyðin við sms-boðum.

 

Í kvøld klokkan 19 verður seyðauppboðssøla á Bíargarði í Hvalba.

 

Tað er Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, sum stendur fyri uppboðssøluni.

 

Longu nú ber eisini til at fara inn á síðuna - https://gevbod.com - og síggja seyðin, sum verður seldur.

 

- So skjótt seyðurin er komin inn á síðuna, ber eisini til at bjóða við sms-boðum, og tá tú bjóðar, verður sms sent á tlf. 237582.

 

Fyrireikararnir siga, at tá tú bjóðar við sms, skal nummarið á seyðinum skrivast í sms-boðunum.

 

Lagt verður aftrat, at seyðurin, sum verður seldur á uppboðssøluni, verður ikki flettur fyri tann, sum keypir.

 

##med2##