Málarameistarin á Strondum, Signar á Fríðufløtum, sum eigur og rekur málarafyritøku, hevur tveir lærlingar, svein og arbeiðsmann aftrat sær í fyritøkuni.
- Vit eru fimm fólk og tey stóru arbeiðini, vit í løtuni eru í holt við, er nýggi parturin av skúlanum á Kambsdali - og nýggi bygningurin, sum Havnar Arbeiðsmannafelag byggir við Tinghúsvegin í Havn.
Signar á Fríðufløtum sigur, at hetta eru tvey rímiliga stór arbeiði, men annars bjóðar fyritøkan hjá honum seg fram um alt landið.
- Sjálvandi fellir tað okkum lættari at arbeiða, har landafast er, men vit taka ímóti øllum fyrispurningum um málarauppgávur.
Signar á Fríðufløtum vísir á, at summarið ikki royndist nakað serligt til veður, men hinvegin hevur heystið verið rímiliga gott.
- Vit hava fingið gjørt ymiskar uppgávur uttandura í summar og í heyst, men frá nú av og í vetrarhálvuni verður tað serliga innanduraarbeiði, sum vit taka okkum av, sigur málarameistarin á Strondum, sum Vikublaðið hevur skift orð við.