Storhamar endar næstfremst í grundspælinum

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir vunnu tepran sigur á útivølli

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Storhamar hava tryggjað sær annað plássið í grundspælinum í bestu norsku hondbóltsdeildini. Tað merkir, at tær í fjórðingsfinalunum í endaspælinum skulu spæla móti liðnum, ið endar á sjeynda plássinum í grundspælinum.

 

Storhamar vann ígjár á útivølli tepurt 27-26 á Byåsen. Í steðginum var Storhamar eisini á odda við einum máli, 13-12. Pernille var noterað fyri eitt mál.

 

Storhamar er næstfremst í deildini við 43 stigum. Sola er greitt oddalið við 48 stigum, og Molde er nummar trý viðå 39 stigum.

 

Komandi mikudag klokkan 17 spælir Storhamar seinasta dystin í grundspælinum. Talan verður um heimadyst móti Tertnes.