Stórur ferðslup­ropp­ur í Leirvík – sild flýtur um allan vegin

Ein trailari hevur mist eina fulla last av sild á vegin, sum er stongdur og verður stongdur í minsta lagi í ein tíma afturat

Tað er ikki koyrandi úr Leirvík niðan móti tunlinum. Tað merkir, at eingin ferðsla úr Leirvík ella úr Norðoyggjum sleppur ígjøgnum.

 

Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

 

Júst hvussu og hvat er hent er ikki greitt enn, men ein stórur trailari, sum kom frá Tavuni í Leirvík, hevur mist alla lastina á vegin, sum flýtur í sild. Hetta var umleið klokkan 17:30. 

 

– Tað er rættiligt sildarok í Leirvík, sum vaktleiðarin tekur til.

 

Áðrenn ferðslan sleppur ígjøgnum aftur skal øll sildin fáast upp av vegnum, sum eisini skal reinsast og vaskast, sigur vaktleiðarin, sum væntar, at tað í minsta lagi gongur ein tími, til vegurin er opin aftur.

 

##med2##