Stórur musikk­skúla­fest­i­val­ur verður í Havn

Nú fríggjadagin 29. mai fara musikkskúlanæmingar úr øllum landinum at spæla til konsertir bæði inni og úti í høvuðsstaðnum

Nú fríggjadagin, 29. mai, fara musikkskúlanæmingar úr øllum landinum at streyma til Havnar, har teir saman við næmingunum úr høvuðsstaðnum fara at fylla býin við góðum tónleiki.

 

Dagurin byrjar við skrúðgongu úr Grasagarði, og oman í Tórsgøtu, har nýggi mentamálaráðharrin, Bárður á Lakjuni stendur klárur og fer at seta festivalin.

 

Kl. 14 byrja so konsertirnar, sum verða á 6 ymsum pallum og støðum, og tær vera uttan íhald heilt til klokkan er farin av 7 um kvøldið.

 

Konsertstøðini eru hesi: Finsen, Havnar kirkja, Reinsaríið, Perlan, Perlutorgið og ein uttandura pallur í Tórsgøtu. Á konsertunum fara vit at hoyra næmingar úr øllum landinum í øllum aldrum og á ymiskum støði framføra. Felags fyri konsertirnar er, at allar framførslurnar eru í bólkum – bæði størri og smærri. Samlað verða konsertirnar væl omanfyri 30 í tali.

 

Tiltakið, sum er alment, er ókeypis fyri øll, og tað eru lokalu musikkskúlarnir, sum skipa fyri.

 

Til ber at kunna seg um hvør bólkur, ið spælir á hvørjum palli til ásetta tíð á heimasíðuni hjá Tórsgøtu, torsgota.fo.

 

Fyrireikararnir vóna at nógv fólk kemur oman í býin at lurta eftir hesum spírunum í føroyskum tónleikalívi.