Stríðsmenn halda fram í B36

Árstalsfelagið í Gundadali eri í holt við at fyrireika seg til framtíðina

Í B36 gera tey klárt til finaluna um løgmanssteypið, sum verður leygardagin, men tað verður eisini hugt longur fram. Felagið hevur nú kunngjørt, at Andrias H. Eriksen og Eli F. Nielsen hava longt sínar sáttmálar til 2020.

 

Í báðum førum er talan um stríðsmenn, sum spæla fast á liðnum, men talan er eisini um sáttmálar, ið eru tvey og eitt hálvt ár. Tað er ein staðfesting av, at B36 eisini er í holt við at brynja seg til framtíðina.

 

Frammanundan teimum hava Alex Mellemgaard, Bjarni Petersen og Benjamin Heinesen eisini longt sáttmálarnar. Alex Mellemgaard og Bjarni Petersen somuleiðis til 2020, meðan Benjamin Heinesen til 2019. 

 

Fyrr í ár gjørdi høvðusvenjarin, Jákup á Borg, nýggjan sáttmála, sum er galdandi til og við 2020.