Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá 1. mansliði hjá Kyndli í landskappingini í ár, men mikukvøldið kollsigldu teir, tá ið teir vóru á vitjan hjá StíF inni á Skála. StíF hevur hinvegin havt eina óstøðuga
byrjan upp á kappingarárið, men við spælinum, sum teir vístu mikukvøldið, varð staðfest, at strandingar aftur í ár verða við í oddastríðnum.
Kyndil byrjaði betur
Tað var Kyndil, sum kom betur frá byrjan í dystinum. Serliga vóru tað teir báðir eldru Wardum-beiggjarnir, Hannis og Uni, sum hildu sær at gaman í høgru álopssíðu hjá havnarliðnum. Tvær ferðir á rað kom Hannis við góðum fríspælingum til Una úti á veinginum, og hann sveik ikki álitið hjá eldra beiggjanum. Í hinum endanum stóð Petur Magnusson seg sera væl fyri steðgin, hóast hann hevur havt ein skaða seinastu
tíðina. Fleiri ferðir gjørdust strandingar púra leysir við honum, har hann við frálíkum bjargingum forðaði teimum í at skora. Góða málmansspælið hjá Peturi gjørdi eisini sítt til, at álopsspælið hjá strandingum gjørdist stirvið, og tað einu løtuna vóru tað alt ov fáir
av leikarunum hjá heimaliðnum, sum tordu at royna seg við skotum upp á mál. Kyndil hevði sum so trygga leiðslu tað mesta av fyrra hálvleiki, og millum annað vóru teir á odda 10-5, tá ið átta minuttir vóru eftir av hálvleikinum, men so vaknaði StíF úr dvala. Heimaliðið kom nú meira og meira inn í dystin og kom upp á 8-10. Kyndla-venjarin, Jacob Jónsson, sá seg nú noyddan til sjálvur at fara inn á vøllin, og hóast hann var mansvardur allan dystin, so gjørdi hann ikki mætari enn at skjóta øll trý tey seinastu málini hjá Kyndli fyri steðgin, so at gestirnir kundi fara til hálvleiks við eini leiðslu upp á trý mál, 13-10.
Full ferð á strandingar
Tað sást beinan vegin, at Jónleif Sólsker hevði tosað við stórum bókstavum í umklæðingarrúminum hjá StíF í hálvleikssteðginum.
Strandingar fingu nú álopsspælið at hanga saman, og serliga var tað
Arthur Johansen, ið skaraði framúr hjá heimaliðnum. Hann skeyt fýra mál fyrstu seks minuttirnar av seinna hálvleiki, og tá hann skeyt tað fjórða, legði hann samstundis vertirnar á odda 15-13. Tað gjørdi heldur ikki uppgávuna hjá Kyndli lættari, at málverjin hjá StíF, Johan Danielsen, spældi ein framúr góðan dyst, og ferð aftan á ferð, serliga í seinna hálvleiki, borðreiddi hann við einastandandi bjargingum.
Somuleiðis gjørdist tað dýrt hjá Kyndlamonnum, at teir fingu nógvar og býttar útvísingar. Tað skal tó nevnast, at ta einu ferðina átti Hannis Wardum ikki at verða útblakaður, men annar dómarin »hoppaði« upp á sjónleikaraevnini hjá Sveinbjørn Poulsen á strikuni hjá StíF.
Leiðslan hjá StíF helt sær so at siga allan seinna hálvleik. Tó komu Kyndlamenn upp á javnleik 19-19, tá ið 17 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, men strandingar vóru skjótir at svara aftur og løgdu seg á odda 22-19. Kyndil kom nú upp á 22-21, 23-22 og 24-23, men fingu tó ongantíð javnað. Tá ið støðan var 25-23 til StíF, fekk Kyndil brotskast, men Jóhan Danielsen bjargaði royndini hjá Hannis Wardum.
Bjargingin hjá Johan tók seinasta gassið úr ballónini hjá Kyndlamonnum, og strandingar løgdu seg á odda 27-23, áðrenn Kyndil
aftur fekk brotskast, men enn einaferð bjargaði Johan frágera væl. Tað hevði onga ávirkan á úrslitið, at Agnar Højgaard hjá StíF í seinasta minuttinum fekk sína triðju útvísing og harvið reyða kortið, áðrenn Jacob Jónsson skeyt seinasta málið í dystinum til endaliga úrslitið 27-24 til StíF.
Uppiborin sigur
Samanumtikið kann sigast, at sigurin hjá strandingum var uppiborin.
Teir høvdu tann betra viljan, og haraftrat vóru teir kaldari, tá ið á
stóð. At teir so í málverjanum, Johan Danielsen, høvdu besta mann á vøllinum, gjørdi ikki støðuna verri. Hinvegin kunnu teir í Kyndli bert ilskast inn á seg sjálvar, tí at teir hava bert sær sjálvum fyri at takka, at teir ikki avgjørdu dystin til egnan fyrimun. Summir av leikarunum hildu ikki høvdið nóg kalt og gjørdu persónlig mistøk í álopinum, og í hinum endanum fingu teir alt ov nógvar býttar og óneyðugar útvísingar. Haraftrat stóð málverjin, Petur Magnusson, seg ikki so væl í seinna hálvleiki, sum hann hevði staðið í fyrra.
Leikaraavrikini vóru rættuliga misjøvn. Hjá strandingum vóru tað serliga Johan og Arthur, sum stóðu seg væl, men eisini ein leikari sum Elias Hansen kom væl frá uppgávuni, bæði í álopi og verju. Um miðjan seinna hálvleik kom Janus Trúgvason inn á vinstra vongi, og hann fekk ikki færri enn fýra mál hesa løtuna. Hjá Kyndli vísti Jacob Jónsson, at hann er ein spælari í serflokki. Hóast hann neyvan spældi nógv meiri enn hálvan tíma av dystinum, so gjørdist hann toppskjútti við seks málum. Eisini spældu Petur Magnusson, Hannis Wardum og Uni Wardum ein góðan fyrra hálvleik. Dómararnir í dystinum, Kristian Johansen og Hjalmar Petersen, komu væl frá uppgávuni, hóast teir kanska áttu at hugt eitt sindur betur eftir ólógligum »screeningum«.