Strangari reglur um stjóralønir í bankunum

Í Danmark er stjórnin til reiðar at tátta reglurnar um lønarlagið hjá stjórunum í landsins bankum og fíggjarstovnum. Lene Espersen, búskaparmálaráðharri, sigur við Politiken, at reglurnar verða herdar, bæði hvat viðvíkir lønini og bonusskipanum, men enn dugir hon ikki at siga, hvussu tað verður gjørt.

Reglurnar vórðu longu herdar, tá Fólkatingið samtykti Bankapakka II. Eitt nú máttu bankarnir skerja sínar bonusskipanir til stjórarnar fyri at fáa lut í bankapakkanum.

Nú skal ein arbeiðsbólkur so gera uppskot um herdar reglur, sigur ráðharrin.