Streymslit í Suðuroy

Órógv var á streymveitingini í Suðuroy eitt stutt tíðarskeið í gjár

Sev skrivar, at tað var ein feilur í battarískipanini í Heiðunum, sum var orsøkin til, at órógv var á netinum í Suðuroy í gjár beint eftir middagsleitið, og nakrir kundar í Vági og nakrir kundar á Tvøroyri mistu streymin í eini 5-10 minuttir.