Stroyma jarðarferðina hjá Bonnie Tyler

17. august kunnu avvarðand,, og øll onnur, siga eitt síðsta farvæl.

Útlendskir miðlar vita at siga, at jarðarferðin hjá kendu sangkvinnuni úr Wales, Bonnie Tyler, verður stroymd á netinum, og at stórskíggjar verða settir uttanfyri kirkjuna, har jarðarferðin verður.

 

17. august kunnu avvarðand,, og øll onnur, siga eitt síðsta farvæl, tí tá verður jarðarferðin í St Mary’s Church í Swansea.

 

Kistan verður eisini koyrd gjøgnum býin Skewen, har kenda sangkvinnan vaks upp.

 

Bonnie Tyler doyði 9. juli, 75 ára gomul, á sjúkrahúsi í Portugal. Hon var innløgd, og skuldi hava skurðviðgerð í tarmunum. Tað sá í fyrstu syftu út til at ganga væl, men hon varð løgd í eftirgjørt óvit. Tann15/6-2026 kundu vit her á In.fo greiða frá, at Tyler var vaknað úr óvitinum, men framvegis var sjúk. Hon kom ongantíð fyri seg aftur.

 

Eftir Bonnie Tyler situr maður hennara í 50 ár, Robert Sullivan.

 

Í 2006 luttók Bonnie Tyler á MjúS tónleikafestivalinum á Sandi.