Studentur ´99 og hvat so

Hatta tykist verða tann vanligasti spurningurin, nýklaktu pisurnar hoyra eftir lokna útbúgving. Men er hann altíð lættur at svara? Vita hesi fólkini hvat tey vilja eftir tvey trý ár í Hoydølum , ella kennir onkur seg meir sleptan uppá fjall? Yngd hevur tosað við trý ung, ið júst hava fingið húgvuna, Beintu Joensen og Rók Jacobsen bæði studentar, og Thoru Augustinussen HF´ari.

Allarfyrst, hvussu kennist?

Rókur: Eg haldi tað er feitt! Ein útbúgving er sjálvandi gevandi, men tað bleiv so nógv roks við verkfalli og tílíkum í endanum, at ein vildi bert fáa sum mest burturúr og bíva liðugur sum skjótast.


Men er tað ikki eitt sindur tómligt, at krøvini ið verða sett til ein í skúlanum brádliga detta burtur?

Thora: Jú....men eg veit ikki um tað er krøvini ið verða sett til ein, tað er kanska meiri tað ein væntar av sær sjálvum. Nú veit eg ikki rættuliga við hinum, men í øllum førum á HF, er tú noyddur til at gera nógv sjálvur, har er eingin sum heldur í oyrinum á einum. Og tað er kanska eitt sindur løgið nú at kunna, og skulla gera sum ein vil.

Beinta: Eg haldi tað er ógvuliga gott at hava ætlanir víðari tá tú kemru út. Eg hevði ikki klára at komi úr skúlanum og møguliga hvørki havt arbeiði ella ætlan. So hevði tað kennst tómligt.


Hvat eru so tykkara ætlanir nú tit eru liðug?

Beinta og Thora: Fjakka! Arbeiða í eitt hálvt ár og síðani út at síggja verðina.

Thora: Aftaná fari eg møguliga at lesa listasøgu og tað verður so í Danmark.

Beinta: Eg kundi hugsa mær okkurt innan grafiskt design ella foto, men tað eru ikki serliga góðar sømdir at liva av hesum í Føroyum.Og eg vil fegin búgva her, um eg einaferð fái hús og heim....

Thora: Ja, eg vil avgjørt eisini búgva í Føoyum. Nú fari eg kanska nakað langt fram, men eg haldi tað verða týdningarmikið um ein fær børn, at tey kunnu vaksa upp so tætt uppat náttúruni, sum ein sjálvur hevur. Her í Føroyum er nógv meir frítt enn aðrastaðni og tað haldi eg er ógvuligani sunt.

Rókur: Eg ætli mær fyrst at víga eini tvey ár til tónleikin og so eisini lesa. Hvat, veit eg ikki rættuliga enn. Eg haldi tað er eitt, ið ofta verður gloymt tá tosað verður um student og HF, og tað er gleðin við at ogna sær vitan. Tá ein hevur fingið prógvið, spyrja fólk alt fyri eitt, hvat tú nú skalt brúka tað til. Eg fór ikki á student við ávísari hægri útbúgving fyri eyga. Eg fór fyri at læra, og tann vitanin eg havi ognað mær er ein gáva í sær sjálvum.


Kennir nakar av tykkum nakað trýst heimanifrá? Eg hugsi serliga um foreldur, og spurningin um at »blíva til nakað«?

Beinta: Nei. Eg havi ongantíð kent nakað trýst og tað geri eg heldur ikki nú. Eg haldi tey stuðla mær í tí eg havi valt at gera.

Rókur: Nei heldur ikki, men eg føli meg eitt sindur illa at búgva heima uttan at gjalda nakað. Kanska serliga nú eg eri liðugur við skúlan. Men tað er eitt press eg sjálvur geri mær, tað kemur ikki frá foreldrunum.

Thora: Heima hjá okkum eru við blivin samd um, at so leingi eg skal spara mær saman til at fara út at fjakka, so gjaldi eg einki. Og tað at fara út at fjakka stuðla míni foreldur mær avgjørt í.


Hvørji krøv halda tit at nútímans samfelag setur til tey ungu?

Beinta: Fyrst og fremst haldi eg tað verða væntað av einum, at ein dugur at arbeiða sjálvstøðugt og málrættað. Ein skal sjálvur kunna skapa, og ikki bert sita hendur í favn og bíða eftir boðum. Sjálvsálit krevst, og eisini evnið til at umstilla seg í einum samfelag í áhaldandi menning.

Rókur: Ja, og serliga nú tað føroyska samfelagið tykist at standa eini nýggjari tíð fyri framman, er tað týdningarmikið við sjálvstøðugum og ágrýtnum fólki. T.d. um óljuvinnan kemur, so kann nærum ein og hvør sum vil gera seg galdandi. Her hava við ikki egnar royndir at byggja á, vit noyðast partvís at royna okkum fram, og partvís at arbeiða út frá royndum onnur hava gjørt sær. Í øllum hesum er tað sjálvandi eisini týdningarmikið, at vit ikki missa okkum sjálvi burtur og fella undir fremmandar hendur.

Thora: Eg haldi tað verða týdningarmikið at vit hava eina breiða vitan. Tað haldi eg krevst ídag. Tað nýttar ikki bert at vita nakað innan eitt ávíst øki, ein noyðist at verða »fleksibel« og kunna síggja tingini í einum størri høpi. Eisini tøknifrøðiliga menningin gongur skjótari og skjótari og tað kann verða torført at fylgja við. Hetta sæst aftur á arbeiðsmarknaðinum. Fólk krevja møguleikan at kunna eftirútbúgva seg og fara á skeið.


Nú fer eingin tykkara beint víðari ella í læru. Halda tit at foreldur og samfelagið sum heild hevur góðtikið tað, at ung taka sær eitt »pausuár« áðrenn farið verður í læru ella víðari lesnað?

Beinta og Thora: Ja, heilt avgjørt.

Beinta: Tað eru eisini fleiri og fleiri, sum gera tað. Tað er vorið vanligt at taka sær eitt ár har ein hugsar seg um, og upplivir okkurt heilt nýtt áðrenn ein bindur seg sum næmingur ella lærlingur í fýra fimm ár.

Thora: Tað er í øllum førum gott at koma út um landoddarnar eina tíð. Tað styrkir um okkar tolsemi yvir fyri øðrum fólkum og mentanum, og tað er serliga týdningarmikið í hesum døgum, tá verðin sýnist at gerast minni og minni og sambandið landanna millum størri. Í øllum førum á tí privata økinum.

Rókur: Eg veit ikki rættuliga um samfelagið hevur góðtikið nakað sum helst, men samfelagið hevur brúk fyri tí. Tað er gott at fáa ung út og uppliva lívið aðrastaðni. Bæði fyri at kunna koma heim og síggja hvussu gott við hava tað her á klettunum, men eisini fyri at koma aftur sum møguligir stigtakarar til nýggjar verkætlanir. Serliga innan bókmentir, list, tónleik o.t.l. er nýhugsan altíð mennandi.


Hvat hava hesi trý árini uppi í Hoydølum serliga givið tykkum?

Thora: Mest intellektuelt. Eg havi lært ótrúðliga nógv, um ymiskt eg altíð havi havt áhúga fyri, men ongantíð havi vitað tað stóru um. Eg kenni meg á ein hátt sikrari uppá meg sjálva og tað eg vil.

Rókur: Eg havi verið ógvuliga glaður fyri tónleikaundirvísingina. Tónleikur hevur altíð havt mín áhuga, men í Hoydølum bleiv tað hálað upp á eitt heilt annað støði. Tað bleiv tikið í alvara, og ikki sæð sum fjas. Har vóru fólk sum stuðlaðu tær og skumpaðu teg framá, og tað eri eg ógvuliga glaður fyri.

Beinta: Í skúlanum vera nógv krøv sett til tín og harvið eisini ábyrgd. Tú lærir at arbeiða málrætta og prioritera, og á henda hátt lærur tú nógv um teg sjálvan og tíni egnu áhugamál. Harafturat verður tú í heilum settur andlit til andlit við øðrum hugsanum, sum tú skalt taka støðu til. Hetta hevur fyri mín part verið ógvuligani mennandi.


Hvussu við tí sosiala, kanska serliga nú aftaná?

Thora, Beinta, Rókur: Tað sakna vit!

Rókur: Ein er vanur við at møta øllum uppi í skúlanum, soleiðis hevur tað verið í trý ár, og nú aftaná skal ein brádliga sjálvur ringja, ella okkurt skal avtalast. Tað er nokso løgið.

Thora: Ja, ein hevur fingið nógvar góðar vinir, og teir vil ein sjálvandi ikki missa.

Beinta: Nei. Verður sambandið ikki hildið nú, so fellur tað burtur, og tað er sjálvandi spell.