Stuðulin til barnaansing skal fylgja børnunum

Sambandsflokkurin virkar fyri, at allar føroyskar familjur kunna búgva í egnum húsum og íbúðum.

Harafturat eigur at vera bøtt um møguleikarnar fyri at leiga íbúðir. Sambandsflokkurin vil stuðla teimun ungu, íð skulu seta búgv. Men her eru møguleikar sum enn ikki eru royndir tá talan er um barnaansing, nevnliga at tann stuðul frá almennari síðu av til barnagarðar og vøggustovur sum er baseraður á eitt vist gjald pr. barn, eigur at kunna fylgja barninum, so at foreldrini sjálvi kunna avgerða um børn/barn teirra skulu verða heima ella passaði í almennum ansingarplássi.

Og hvussu sær fordeilingin út. Í dag er tað soleiðis, at landið og kommunan rinda 35% av vanligum rakstri, meðan foreldrannapartur er 30%. Húsaútreiðslurnar verða byttar millum land og kommunur, ávikavist við 60% og 40%. Og hvussu nógv kostar so eitt barn tí almenna við hesi skipan. Jú hvørt barn sum gongur antin í barnagarð ella í vøggustovu kostar tí almenna, varisliga mett uml. kr. 65.000,- árliga. Um vit taka eina familju sum hevur tvey børn sum ganga í barnagarð, so kostar tað tí almenna uml. kr. 130.000,- um árið fyri hesa familjuna.

Og júst her er tað nakað sum man kann seta spurnartekin við, hvat so við øllum teimun 300-400 foreldrum kring landið sum ikki fáa børn síni í barnagarð ella í vøggustovu, tey rinda jú skatt á jøvnum fóti við tey foreldur sum fáa børn síni passaði í almennum ansingarplássi. Við øðrum orðum, tey foreldur sum ikki fáa børn síni ansaði verða forfordeild, í mun til tey foreldur sum fáa børn síni í vøggustovu/barnagarð. Her er tað at stuðulin frá almennari síðu av verður ójavnt fordeildur, við tað at einans børn sum eru í barnagarð í fáa stuðul. Um stuðilin fylgdi barninum, var hesin missmunur ikki til.

Tíðin stendur ikki í stað, fyri nøkrum árum síðani var tað ein sjálvfylgja at børnini skuldi í vøggustovu og síðani í barnagarð, meðan foreldrini arbeiddu til dagsins uppihald. Fíggjarætlanin hjá einari familju bygdi á tvær inntøkur fyri at fáa endarnar at røkka saman. Fyrst í nítiárunum fór búskaparliga at ganga illa í Føroyum, arbeiðsloysið vaks og fíggjarliga hekk ikki saman hjá familjum. Bankar og Sparikassar umstillaðu seg til tær ringu tíðirnar, og tillagaðu afturgjaldsháttin í mun til ta inntøku sum familjan hevði. Hetta førdi við sær, at nógvar mammur blivu heimagangandi, og harvið blivu børnini heima og tey børn sum gingu í skúla, fingu ein nýggjan gerandisdag sum tey ikki høvdu uppliva fyrr, at koma heim til hús eftir skúlatíð, og verða móttikin av einum av foreldrunum, ístaðin fyri at koma heim til eitt tómt hús. Foreldur funnu skjótt út av, at hesin nýggi gerandisdagurin hevði stóran og positivan ávirkan á børnini. Heimið bleiv fyri nógv børn eitt nýtt heim við nyggjum lívsvirðum.

Hetta hevur so ført við sær, at serliga mammur við arbeiði úti, hava ynski um niðursetta arbeiðstíð, so tær kunna verða meira heima hjá børnunum.

So her er aftur nakað sum talar fyri at stuðulin eigur at fylgja barninum.


Vel sambandsflokkin, vit tryggja tína framtíð.


Annfinn Brekkstein

valevni sambandsflokksins