- Sangurin “We Wish You a Merry Christmas” var upprunaliga sungin av tænarum, sum yngstu sær rúsdrekka frá harrum sínum. “We won’t go until we get some, so bring some out here / vit fara ikki, fyrr enn vit fáa okkurt, so kom út her við onkrum”
- Sangurin “White Christmas” hjá Bing Crosby er tann jólasangurin, sum hevur selt best. Hann hevur selt um 50 milliónir eintøk kring allan heimin.
- Fleiri nýta styttingina “X-Mas” ístaðin fyri at skriva Jól ella Christmas á enskum. Styttingin verður nýtt, tí X er fyrsti bókstavurin í navninum Jesus á grikskum.
- Bíblian vísir á fleiri vísir menn, sum vitjaðu Jesusbarnið, sum lá í krubbuni. Men siðvenjan sigur, at teir vísu menninir vóru tríggir í tali – óivað orsakað av gávunum, ið givnar vórðu: gull, roykilsi og myrra.
- Hetta við at hanga eina hosu upp á jolum sigst at vera komið úr Hollandi, har siðvenjan var at fylla skógvar við mati til asnan hjá Sankta Nikolas, sum Sankta Nikolas síðani fylti við smáum gávum afturfyri.
- Vikurnar fyri jól verða 28 Legosett seld hvørt sekund.
- Góðar 37 milliónir krónur verða hvørt ár brúktar upp á tað, sum amerikumenn kalla »ugly Christmas sweaters« ella ljótar jólatroyggjur.
- Ukrainskt jólaprýði fevnir ofta um kunstigt eiturkoppaspinn, tí í Ukraina verður hildið, at finnur tú eiturkoppaspinn jólamorgun, gevur tað góða eydnu.
- Latínska orðið »natalis«, sum merkir føðidagur er upprunin handan orðið »noel«.
- Teir tríggi litirnir, ið verða nýttir til jólaprýði hava átrúnaðarligan týdning. Reytt fyri blóð Jesusar, grønt fyri uppreisn hansara og gull fyri tignina sum kongur konganna.