Jóan Símun Edmundsson vann fyrr í dag heiðurin fyri at hava skotið flottasta málið í 2015, sambært brúkarunum á stóru donsku ítróttarheimasíðuni, Tv3Sport.
Málið kom í seinasta heimadystinum hjá Vejle í 2015, tá teir á heimavølli taptu 3-1 móti Silkeborg.
Jóan Símun Edmundsson sigur at hann at sjálvsagt er errin av at vinna heiðurin, hóast tað ikki er nakað sum hann hugsar serliga nógv um.
- Tað er sjálvandi stuttligt at vinna ein slíkan heiður, hóast tað er ikki nakað eg gangi høgt uppí. Men tá man hugsar um hvussu fínum selskapi eg eri í, eri eg sjálvsagt errin av at vinna.
Til stuttleikar kann nevnast at brasilska heimsstjørnan, Neymar, endaði á øðrum plássið, meðan Liverpool leikarin, Christian Benteke endaði á triðja plássið.
Til ber at síggja endaliga úrslitið av atkvøðugreiðsluni við at trýsta her.