Suðringar skulu til arbeiðis

NSÍ skal reisa seg eftir avrikið á heimavølli, sum spælararnir sjálvir siga var ein skomm

Tað eru tvey særd lið, sum seinnapartin hittast í Trongisvági.

Sambært egnum metingum avrikaðu tey ikki síðsta sunnudag, sum tað kann roknast við, tá ið Suðringar og NSÍ síðsta leygardag drógu svart.

Suðringar taptu 3-1 í Gundadali. Teir javnaðu miðskeiðis í seinna hálvleiki, og síðstu fimm minuttirnar skoraði HB tvær ferðir. Venjarin, Maurice Ross, veit, hvat skal til fyri, at hansara lið skal standa seg betri á heimavølli í dag, enn tað gjørdi í Gundadali sunnudagin:

-Eg rokni við og vænti, at spælararnir fara at arbeiða meiri. Ungir dreingir, sum eru í góðari venjing eiga at megna at renna alla tíðina og spæla. Um teir ikki eru førir fyri tí, so verður torført at vinna, so tað fara teir at gera, sigur venjarin hjá Suðringum.

Stefan Radosavevic er leikbannaður, og Jón Krosslá Poulsen er darvaður av knæskaða. Tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla ídag.

 

Sunnudagin tapti NSÍ 4-3 á heimavølli ímóti Skála. Tapið ber við sær, at NSÍ – fyribils – ikki verður roknað millum FM kandidatarnar.

-Vit halda, at okkara avrik var ein skomm. At skjóta trý mál á heimavølli og kortini tapa sigur, at avrikið var vánaligt. Har vóru so nógv mistøk, at tað sá út sum, at talan var um fyrsta umfar heldur enn fram ímóti endanum á árinum, sigur Árni Frederiksberg, sum aftur síðsta sunnudag var millum áskoðararnar.

Nú hevur Árni vant saman við liðfeløgunum, og teir halda seg vita, hvussu tað verður seinnapartin í Trongisvági:

-Eftir uppsangin, sum venjarin hjá Suðringum gav sínum monnum sunnukvøldið, so vera teir sum eitt ódnarveður frá fyrsta bríksli. Tá fer tað hjá okkum at ráða um at halda høvdið kalt og at syrgja fyri, at teir ikki skora. Tað fer neyvan at vera so, at teir megna at leggja so nógv fyri alla tíðina, og tá ræður um hjá okkum at skora málið, sum fer at bera við sær, at vit kunnu hava øll stigini norður aftur við okkum, sigur Árni Frederiksberg.

Bogi Løkin, sum var skiftur inn ímóti Skála, er burturstaddur.

Karl Løkin og Pól Jóhannus Justinussen, sum vóru leikbannaðir sunnudagin, eru tøkir aftur.