Suðuroyar Sjúkrahús fekk Linu

Hon stendur nú í ganginum, beint við høvuðsdyrnar

Hósdagin í farnu viku fekk Suðuroyar Sjkúkrahús eina forvitnisliga gávu, sum nú stendur til prýsis í høvuðsgongini á sjúkrahúsinum.

Tað er eitt modell av eini slupp.

Tað forvitnisliga við sluppini er, at hon er gjørd á sanatoriinum í Hoydølum einaferð í fýratiárunum.

So vítt sum tað er kunnugt, er tað Arthur Strøm í Vági, sum hevur gjørt hana, hann lá sjálvur á sanatoriinum í nógv ár.

Hann nevndina sluppina Lina eftir eini køksgentu á sanatoriinum, sum var tiltikin fitt og hjartagóð, hon var úr Norðadali.

Hóast tað ikki er løtuverk at gera eina slupp sum hesa, blivu nógv modellskip gjørd á sanatoriinum. Men tíð, var tað einasta, sjúklingarnir høvdu nokk av, tí mangan vóru sjúkralegurnar langar.

Tá á døgum hevði heilsuverkið ikki nógvar pengar at arbeiða við. So fyri at útvega pengar var tað van -ligt á ólavsøku at burturluta modellskip, sum sjúklingar á sanatoriinum høvdu gjørt.

Tey burturlutaðu skipini plagdu at blíva víst fram í sýnisglugganum á ?Tubbakki? á Áarvegnum.

Har stóð Lina eisini víst fram tað árið, hon varð burturlutað á ólavsøku.

Tað var Jacobina Johannesen, vanliga nevnd Jacobina hjá Apotekaranum úti á Reyni í Havn, vann sluppina.

Síðani hevur hon latið ommusoninum, Poul Johannesen, sum nú býr í Sandvík, hana.

Hann helt, at tað var hóskandi, at sluppin kom aftur á eitt sjúkrahús at standa. Og nú onki sanatorii er longur, helt hann, at Suðuroyar Sjúkrahús skuldi fáa hana

Poul Johannesen hevur verið trúgvur limur í Lions Club í Suðuroy í mong ár.

Og hann gjørdi herfyri av at lata Lions sluppina.

Men treytin var, at Lions læt hana víðari til Suðuroyar Sjúkrahús, sum so kundi hava hana til prýðis.

Hósdagin 23. juli varð so sluppin latin Suðuroyar Sjúkrahúsi. Umframt at sluppin er stásað upp, er borð gjørt til hana við stórum glasbúri í, sum sluppin nú stendur undir. Sjúkrahúsið hevur sett sluppina í gangin, beint við høvuðsdyrnar, so øll, sum koma og fara, skulu síggja hana.

Táið sluppin varð handað, takkaði Per Lave, presidentur fyri Lions í Suðuroy, Poul Johannesen fyri at hann vísti klubbanum tann heiður hann læt tað uppí hendurnar á honum at lata sjúkrahúsinum henda prýðislut.