Økismenning
? Skal Suðuroyggin mennast, er fremsta kravið at fleiri arbeiðspláss verða skapt í oynni. Serliga arbeiðspláss til konufólk.
Tað sigur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur.
Mikukvøldið var hann í Vági, har hann helt fyrilestur um støðuna í Suðuroynni fyri einum fullsettum Stórum Pakkhúsi.
Búskaparfrøðingurin nam við støðuna í oynni, sum hon er nú og hann nevndi eisini nakrar møguleikar fyri, hvussu oyggin kann vinna framá aftur.
Magni Laksáfoss segði, at hesi seinastu árini hevur búskaparliga framgongdin í Suðuroynni verið líka stór sum í Føroyum annars.
Men støðið er nógv lægri enn í Føroyum annars.
Nevnt varð á fundinum, at miðalinntøkan í miðstaðarøkinum liggur um 150.000 krónur um árið, men í Suðuroy er hon einar 30.000-40.000 minni.
Magni Laksáfoss nevndi, at í Havnini eru umleið 8% av inntøkunum frá høvuðsvinnunum, men almennar inntøkur og avleiddar vinnur standa fyri umleið 45% av inntøkunum í part.
Í øllum Føroyum stava 28% av lønarinntøkunum frá høvuðsvinnuni, 34% stava l frá almennum tænastum, og 38% frá avleiddum vinnum.
Í Suðuroy er myndin heilt øðrvísi, tí her stava heili 43% av lønargjaldingunum frá høvuðsvinnuni, 30% frá almennum tænastum og 27% avleiddum vinnum.
Í Suðuroynni er aldursbýtið eisini skeivari enn í landinum annars við tað, at tað er stórt undirskot á konufólki í vinnuførum aldri. Hinvegin er tann yngri parturin av arbeiðsstyrkini minni enn í Føroyum annars, men í Suðuroy er tann eldri parturin av arbeiðsstyrkini lutfalsliga stórur og somuleiðis talið á pensjónistum.
Alivinnan í Suðuroy er í eini serligari støðu við tað, at herfyri stóð hon, saman við ymsum hjávinnum, fyri 15% av lønargjaldingunum. Sostatt arbeiddu eini 200 í alivinnuni.
Nógv tey flestu vóru í syðru helvt í Suðuroy.
? Koma vit so í ta støðu, at alivinnan minkar niður í ein fjórðing av tí, merkir tað, at eini 150 fólk missa arbeiðið og at arbeiðsloysið økist eini 10-15% - og tað rakar syðru helvt harðast.
Stuðul er ikki altíð av tí ónda
Magni Laksáfoss sigur, at tølini fyri, hvussu býtið í teimum ymsu økjunum er ímillum høvuðsvinnuna, almennar tænastur og avleiddar vinnur, eru kring landið, vísir, at tað er uttanfyri miðstaðarøkið, at inntøkurnar hjá føroyska samfelagnum verða skaptar.
Sostatt er tað neyðugt at menna vinnumøguleikarnar úti um landið.
? Tí er økismenning ikki ein stuðul til ymisk øki í landinum, men ein fortreyt fyri at allar Føroyar kunnu mennast.
Og tað, sum eitt pláss, sum Suðuroyggin hevur brúk fyri, er ikki andahjálp, men vitaminur fyri at kunna styrknað og mennast.
Hann vísir eisini á, at ein fortreyt fyri at menna tey ymsu økini, er, at tey hava somu møguleikar fyri at reka vinnu og at summi øki ikki eru verri fyri enn onnur. Tí mugu øll hava somu sømdir.
?Men tað er so ymiskt, hvussu tey ymsu økini eru fyri. Fyri at kunna geva øllum økjum somu sømdir, er tað sostatt neyðugt at viðgerða tey ymiskt, sigur Magni Laksáfoss.
Og í hesum sambandi helt hann, at flutningsstuðulin hevði stóran týdning, tí stuðul er ikki altíð av tí ónda, helt hann.
Ein annar máti kann vera at fáa skip av avreiða her og at koma higar eftir fiski, tá ið hann skal avskipast.
Mugu stovna ein Suðuroyargrunn
Men Magni Laksáfoss legði eisini dent á, at skal Suðuroyggin fóta sær aftur vinnuliga og skal afturgongdin í fólkatalinum vendast, skal ein størri, miðvís ætlan til, tí tað gerst ikki eftir einum degi.
Hann segði tískil, at líkamikið hvørji tiltøk verða sett í verk, verða tey komandi árini strævin hjá suðuroyingum.
Men hann helt, at at suðuroyingar mugu seta seg niður at finna útav, hvar forðingarnar eru. Hann nevndi flutningsmøguleikarnar, sum eina forðing.
Onkur annar nevndi, at fíggingarstovnar kravdu hægri rentu av virkjum úti um landið enn av vikrjum í meginøkinum, tí vágin var størri.
Hann helt eisini, at tað var neyðugt at gera eina Suðuroyarætlan og at skipa ein Suðuroyargrunn, sum kundi stuðla uppundir vinuliga menning.
Hann nevndi Føroyagrunnin sum dømi, sum stuðlaði Kjølbro, hann nevndi eisini Sandoyarætlanina, sum gjørdi, at tey bæði fiskavirkini í oynni, lótu uppaftur. Hann nevndi Fìggingargrunnin frá 1992, sum bjargaðu bankunum og Framtaksgrunnin, sum bjargaði Fiskavirking og Fiskasøluni.
? Tey tiltøkini hava riggað væl. Hví so ikki stovna ein Suðuroyargrunn?, spurdi hann.
Neyðugt við tørvum til konufólk
Magni Laksáfoss segði, at tað týdningarmiklasta fyri økismenning er, at arbeiðspláss verða skapt.
? Verða ikki støðug arbeiðspláss, fæst fólk ikki at trívast. Tí er hvørki nýggjur Smyril ella nýggir tunlar fremsta fortreytin fyri menning í Suðuroynni, tó at tað kann loysa nakrar trupulleikar.
Hann helt, at tað var harmiligt, at játtanin til gransking verður skerd, tí júst gransking kann innan høvuðsvinnuna menna nýggja vitan og nýggja tøkni og tað kann føra menning við sær til tey ymsu økini, hóast granskingin er mitt í Havnini.
Men sum hann hevur víst á, er undirskot av konufólki í vinnuførum aldri og tað kundi bent á, at ov fá størv eru av tí slagnum, vit vanliga nevna konufólkastørv.
Tí helt hann, at suðuroyggin átti at sligið seg saman um at bygt eitt ellis- og røktarheim til eini 50 fólk.
Og hann helt, at týdningurin av hesum, sum arbeiðsskapandi tiltak skuldi ikki undirmetast, og eitt ellis- og røktarheim var ein skilagóð íløga, tí tað var ein íløga, sum ikki slepst undan undir nøkrum umstøðum, tí talið á eldri fólkið økist so nógv.
? Á einum røktarheimi til 50 búfólk eru eini 100 størv. Tað er í nógv størstan mun konufólkastørv og talan er um góð og trygg størv við góðari løn, sum ikki eru bundin at, antin tíðirnar eru góðar ella vánaligar.
Samstundis skapar tað stóran tryggleika í økinum.
Til samanberingar vísti hann á, at miðal lønin hjá eini flakakvinna í syðru helvt í Suðuroy er ikki meiri enn 65.000 krónur um árið.
Hann mælti tískil suðuroyingum til heldur at byggja eitt ellis- og røktarheim, heldur enn at slást við myndugleikarnar í Havn um at flyta eini 8-10 almenn størv úr Havnini og Suður.
?Tað førir onga leið, tí hóast tað væl letur seg gera, vísir tað seg í veruleikanum altíð at verða heilt ómøguligt, í hvussu so er í einum tali sum ger nakran sum helst mun.
Neyðugt at leggja kommunur saman
Og so helt búskaparfrøðingurin eisini, at Suðuroyggin var so lítil, at tað var ongin orsøk til at býta hana sundur í eina syðru- og eina norðaru helvt.
Hann helt tvørturímóti, at kommunusamanlegging er ein fortreyt fyri menning.
Er ikki vilji til at leggja Suðuroynna í eina kommunu, kann hon leggjast saman í tvær kommunur í fyrstu atløgu, tí so gongur ikki long tí, áðrenn tey, sum eru ung og børn í dag, leggja saman til eina kommunu, tað var hann vísur í.
? Tað er neyðugt við kommunusamanlegging, tí broyting er ein fortreyt fyri menning. Ein fastlæst støða kann forða fyri, at broytingar henda og tí kann ein broyting í sær sjálvum føra til, at broytingar kunnu henda.
Hinvegin heldur hann ikki, at tað verður bíligari at umsita eina stóra kommunu í Suðuroynni. Men tað kann verða við til at skapa framburð og tað kann gera sitt til, at taka onkrar skipanir burtur, sum forða fyri framburði.
? Tað er eisini eitt ógvuliga sterkt signal til landsins myndugleikar um, at her býr fólk, sum vil hava broytingar og her búgva ikki tveir partar, sum stríðast ímótri hvørjum øðrum.
Sjálvur heldur hann, at ein kommuna er tað rætta, tí tað fer at fáa suðuroyingar at meta um oynna sum eitt øki.
? Allir suðuroyingar eru í sama báti, so hví kappa oynna í helvt, spurdi hann.
Ein stór kommuna verður eisini nógv betri før fyri at fremja stórar útbyggingar.