Suðuroyingar standi saman

Tá ið avgerðin um komandi oljuvinnuhavn var fallin, tóktist mongum manni her suðuri, at har glapp framtíðin okkum úr hondum. Onkur tingmaður gjørdi vart við sína ónøgd. Tá ið samanum kom, var tað sum tá Gortra á sinni slepti gulið afturundan.

 

H. A. Magnussen

Tvøroyri



Tá ið avgerðin um komandi oljuvinnuhavn var fallin, tóktist mongum manni her suðuri, at har glapp framtíðin okkum úr hondum. Onkur tingmaður gjørdi vart við sína ónøgd. Tá ið samanum kom, var tað sum tá Gortra á sinni slepti gulið afturundan.

Men áðrenn vit leggjast at lasta monnum norðanfjørðs eiga vit at taka í egnan barm.

Hví kunnu vit suðuroyingar ikki standa saman at loysa spurningar vit hava í felag?

Hví venda menn sunnan mannaskarð sær til Vágamenn við komandi oljuvinnu í hyggju. Líkamikið hvør grundin var so tykist hetta ófatiligt.

Tá ið ætlanir um Sumbiartunnil vórðu lagdar fram stóðu allir saman. Skjótt og lætt var at seta í verk. Vesturi í Vágum eru tríggjar toluliga javntstórar bygdir. At spenningur eru teirra millum sum her, er einki at ivast í. Men tá ið um ræður standa tær sum ein. Tunnilin undir Vestmannasund skal verða hesum monnum til ógloymandi heiður.

Ætlanir um tunnilsgerð millum sunnari og norðari helvt her hava verið tøkar eini 30 ár. Hví er hetta ikki framt fyri langari tíð síðani.

Mær tykir at her búgva mangir menn sum ongantíð hava varnast at heimurin røkkur longur enn úr Vági til Tvøroyri. Í staðin fyri at fáa okkurt til oynna verður farið til Tvøroyrar at flyta suður til Vág t.d.


1) Skip (Smyril)

2) Dieselverk

3) Skúla (Studentaskúla)


1) Onga aðrastaðni finnur tú politikkarar sum hava bygt karrieru sína uppá eina ferðaætlan uttan her (Hergeir Nielsen). Herfyri fanst Hergeir Nielsen í útvarpinum at Strandferðsluni, tí at ferðaætlanin, sum frammanundan er ófantalig, ikki verður hildin. Atfinningarnar vóru rættar og rímiligar. Men einaferð sat Hergeir Nielsen í landsstýrinum og hevði m.a. strandferðslumál um hendi og valla hevur nakar spælt hund við ferðaætlanini sum júst hesin maður.


2) Dieselorkuverk sum varð bygt av Tvøroyra kommunu og síðani fór upp í SEV, varð flutt til Vágs, so nú eru bæði har.


3) Meinast fyri Suðuroynna tykir mær, var flutningurin av studentaskúlanum av Tvøroyri til Vágs. Sjálvfylgja skuldi verið, at hann lá í Trongisvági, tí miðjan í Suðuroynni er Øravík. Úr Trongisvági til Øravík er 2 min. við bili. Til Drelnes har Smyril leggur at, er 1 min. við bili. At skúlin verður bygdur so ósentralt, skapar trupulleikar sum annars einki hevur við skúlaverkið at gera, og virkar tí sum steinur oman á byrðu. Hvussu verður at fáa kvalifiserað fólk at koma higar og verða verandi? Eg stúri fyri, at skúlin var deyðadømdur frá tí degi, hann var tvangsfluttur til Vágs.

Einaferð í 80?unum var ætlanin at fáa fiskivinnuskúla higar. Onkur politiskur rossahandil var framdur, so at tað sum var eftir av studentaskúlanum her á Tvøroyri, var flutt til Vágs. Til Suðuroynna kom einki. Er hetta framstig? Høvuðsábyrgdina vil eg leggja á táverandi løgmann Maritu Petersen. Hon var ikki bara løgmaður, men eisini læraralærd, og skuldi tí betur enn nakar annar vita, at hetta er skúli fyri ungdómin her og ikki álmussa.

22 mió. kr. eru lagdar av til nýggjan studentaskúla í Vági. Lagdur í Trongisvági hevði hann kostað ein lítlan bróðurpart av hesum.

Sum skattaborgari vil eg hervið mótmæla at okkara skattakrónur verða oyðslaðar so.