Suðuroyartunnilin: Tingfólk kunnu fáa kaldar føtur

Rentan hækkar og tað kann ávirka tingfólk, heldur tingmaður

Nú er vandi fyri, at onkur tingfólk fara at fáa kaldar føtur. Tað sigur Bill Justinussen, løgtingslimur fyri Miðflokkin. Og tað er Suðuroyartunnilin, hann hugsar um. Tað er tað størsta, politiska málið í Føroya søgu, og hesa seinastu tíðina hevur stórur, politiskur vilji verið til at fara undir tunnilin.

 

Men hesa seinastu tíðina er rentan eisini hækkað nakað, og mett verður, at hon fer at hækka enn meiri. Og Bill Justinussen stúrir fyri, at hetta kann fáa onkur at aftra seg. Hann er vónar kortini ikki, at hetta fer at seta tunnilin í vanda – og sjálvur hevur hann góðar vónir um, at ætlanin verður fullførd.

 

– Tað er so stórur vilji til at fáa Suðuroynna knýtta upp í meginøkið, eg eg vænti, at ætlanin verður fullførd, sigur hann.

 

Suðuroyartunnilin verður líka langur, sum Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin og felagið, sum stendur fyri teir metir, at Suðuroyartunnilin fer kosta tað sama, sum teir báðir tilsamans, ella góðar tríggjar milliardir.

 

Bill Justinussen hevur stórt álit á kostnaðarmetingini hjá felagnum, tí hann heldur, at tey hava neyðugu royndirnar til at meta um slíkt. Og hann ivast heldur ikki í, at hetta er ein íløga, samfelagið klárar at bera. Hann vísir á, at nógvar av teimum heilt stóru útbyggingunum eru lidnar, ella eru um at verða lidnar, bæði Glasir, Landssjúkrahúsið, Tunlarnir Norður um Fjall, Fámjinstunnilin, og ikki um at tala Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Á fíggjarlógini fyri í ár eru íløgur fyri 800 milliónir, uttan at hava hall, og harumframt hava vit grunnar av ymsum slagi, sum kunnu gera íløgur í tunnilin, bæði Als, Samhaldsfasti og Pensjónsgrunnin. Tað eru eisini hundraðtalsmilliónir í Íleggingargrunninum, og skuldi tað verið, eigur tað almenna ognir, BankNordik, Føroya Tele, Posta, og annað, sum kunnu seljast, og so kunnu inntøkurnar markast til Suðuroyartunnilin.

 

Samstundis skal tað takast við, at verður tunnilin ikki gjørdur, skal ein milliard brúkast upp á ein nýggjan Smyril um ikki so nógv ár.

 

Sjálvur er Bill Justinussen sannførdur um, at tunnilin eigur at verða gjørdur. Hann sigur, at tað svitast ikki, at tann búskaparliga framgongd, sum hevur verið, er tengt at, at vit hava knýtt samfelagið saman.