Útróður er sunn­ur og burðar­dygg­ur part­ur av fiskivinnuni

Formaðurin í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag, Jógvan Trondesen Andreasen, heldur, at útróðurin eigur at fáa betri karmar og verða javnsettur við aðrar veiðibólkar.

 

 

Í samrøðu við Kringvarpið leggur hann dent á, at útróðurin er ein "sunnur og burðardyggur partur av føroysku fiskivinnuni".

 

Hann fegnast um, at landsstýrismaðurin hevur lagt uppskot fram um at geva bólki 5B 750 eyka fiskidagar í ár.

 

– Eg vóni, at hetta verður fyrsta stigið móti eini varandi loysn, sigur Jógvan Trondesen Andreasen við Kringvarpið.

 

Sambært honum eiga bátarnir í bólki 5 somu møguleikar sum aðrir veiðibólkar at flyta óbrúktar fiskidagar frá einum fiskiári til tað næsta.

 

Hann vísir eisini á, at útróðrarbátarnir vanliga koma til lands við fiskinum sama dag, sum hann verður veiddur, og at allur fiskurin verður gagnnýttur.

 

– Raksturin er sum heild umhvørvisvinarligur, sigur formaðurin.

 

Jógvan Trondesen Andreasen heldur harumframt, at fiskidagaskipanin eigur at verða endurskoðað.

 

Skipanin hevur nú verið galdandi í 30 ár, og hann heldur, at tað er natúrligt at eftirmeta hana, nú Uttanríkis- og Fiskimálaráðið hevur biðið ICES meta um umsitingarætlanina og veiðiregluna, sum eru grundarlagið undir árligu útlutingini av fiskidøgum.

 

Kelda: Kringvarp Føroya.