Úr Klaksvík verður sagt, at fleiri túsund fólk vóru á summarfestivali í gjárkvøldið, og stóra konsertin hetta fyrsta kvøldið var við Páll Finni Páll.
Summarfestivalurin byrjaði í gjárkvøldið, og longu á fyrsta degnum var sera nógv fólk til konsertirnar.
- Konsertir vóru í Flags-tjaldinum og á Føroya Tele-pallinum, og eitt nú høvdu Stanley Samuelsen, Brandur Enni, Dickie Lee Erwin, Deiggj og Sámal Ravnsfjall framførslur.
Úr Klaksvík verður sagt, at stóra konsertin hetta fyrsta kvøldið var við Páll Finni Páll, og teir spældu fyri einum stappaðum Flags-tjaldi.
Summarfestivalurin heldur fram fríggjadagin og leygardagin, og komandi dagarnar verða eisini konsertir á stóra pallinum á Vágsbøi.
Fríggjakvøldið fer eitt nú rockbólkuri D-A-D at spæla á Vágsbøi, og fyrireikararnir rokna við út við 10.000 vitjandi hesar báðar komandi dagarnar.