Tvey lið lógu einsamøll í oddinum av Formuladeildini undan fjórða umfari, sum hevur verið í dag. EB/Streymur og NSI høvdu bæði fult stigatal, men eftir dagsins dystir er greitt, at EB/Streymur nú er einsamalt oddalið í bestu føroysku fótbóltsdeidlini.
Sundalagsmenn vitjaðu hjá B71 á Sandi. Sandoyingar hava fingið góð úrslit síðstu dystirnar, og teir vóru eisini líka við at steðga sundalagsmonnum. At enda eydnaðist tó EB/Streymi at hála ein 3-2 sigur í land, og sostatt hava teir enn fult stigatal í Formuladeildini.
Hitt oddaliðið undan hesum umfarinum, NSÍ, var á vitjan í Klaksvík, og fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið máttu teir av vøllunum uttan ein sigur. KÍ vann nevniliga dystin 2-0 við tveimum málum frá Paul Clapson, og nú eru teir bert 2 stig aftanfyri NSÍ.
Stórdystur var eisini í Gundadali í dag, har meistararnir og stepavinnararnir brustu saman. B36 og HB býttu at enda stigini í 1-1 javnleikinum, og tað ger, at B36 enn er millum tey ovastu, meðan HB tykist hava fingið gongd á eftir tveir ósigrar á rað.
Í vági hevur GÍ eisini spælt seg fram ímillum tey fremstu, tá ið teir vunnu útidystin á VB/Sumba 1-0. Einasta málið fekk Erling Jacobsen um miðjan seinna hálvleik.
Í botninum er Skála nú einsamalt uttan nakað stig. Teir spældu botnuppgerð ímóti AB í dag, og tann dystin vunnu argjamenn 2-0. Sostatt er Sk´la nú 3 stig aftanfyri VB/Sumba, sum liggur á næstaftasta plássi.
Støðan í formulakappingini er henda
Nr D Mál Stig
EB/Streymur 4 +8 12
NSÍ 4 +4 9
KÍ 4 +6 7
B36 4 +2 7
GÍ 4 0 7
B71 4 +1 4
HB 4 -1 4
AB 4 -2 4
VB/Sumba 4 -9 3
Skála 4 -9 0