Jógvan Sundstein, sum var ein av løgmonnunum í áttatiárunum, sigur, at hann ikki er heilt samdur við niðurstøðuni hjá §-19 nevndini, men hann vil seta seg betri inn í kanningina, áðrenn hann kann gera ítøkiligar viðmerkingar.
- Sjálvandi vóru tað fleiri ymiskar orsøkir til, at tað endaði við eini kreppu eftir áttatiárini, heldur fyrrverandi løgmaður.
Hann vísir á, at §19-nevndin hevur havt 55 fundir, og harvið hevur nevndin arbeitt seg fram til at hava eina meining um áttatiárini.
Jógvan Sundstein ætlar sær nú at seta seg betri inn í arbeiðsháttin hjá nevndini, og tað sum hon fann fram til, áðrenn kemur við veruligum viðmerkingum um kanningina.