Supply Service í Leirvík hevur undirskrivað sáttmála við norska felagið Havyard Group um bygging av einum Havyard 833 veitingarskipi til boripallar. Skipið skal verða liðugt í mars 2012 kostar umleið 350 milliónir norskar krónur.
Skipið verður bygt á skipasmiðjuni hjá felagnum Havyard Leirvik AS í Sogn og fær bygginr. 106.
Reiðaríið Supply Service er ein nýskapandi fyritøka við røtrum innan fiskarí, sum tók fyrsta feti inn í frálandavinnuna við at bíleggja veitingarskipið Eldborg, sum var tað fyrsta Hayvard 832 skipið, og sum varð latið í 2009. Við hesum skipi hevur felagið á stutta tíð, víst, at tað er ein álítandi viðspælari og hevur fingið góð viðmæli frá oljufeløgum og øðrum kontraktørum, sum hava keypt tænastur frá Supply Service.
- Eldborg hevur prógvað sínar dygdir bæði fyri Supply Service og ørum reiðaríum, og í dag eru 6 skip av hesum slagi leveraði og onnur 3 í gerð. Supply Service brúkar nú sínar góðu royndir við Havyard 832 og hevur í stóran mun verði við til at menna Havyard 833, sigur felagið í dag.
Skipið verður 86 metrar langt, 19,6 metrar breitt og kemur at hava eina ferð á umleið 15 míl, og kemur altso at kosta umleið 350 milliónir norskar krónur, sum er góðar 318 milliónir føroyskar.