Svímaði frammanfyri pallin

Konsertin hjá Banaroo endaði eitt sindur ov tíðlig, fyri eina unga gentu, ið svímaði frammanfyri pallin. Hon varð flutt á sjúkrahús, men hevur tað gott. Mong vórðu kløkk av bláu ambulansublinkunum uttan fyri Flagsteltið móti endanum av framførsluni hjá týsku popparunum ,Banaroo, ein ung genta varð í skundi flutt út úr teltinum av trygdarvørðunum, og við ambulansu til Klaksvíkar Sjúkrahús. Trýsti av dansandi fólki var ov stórt og hon var smollin um. Vit fingu stutt eftir orð á Erik Biskoptø, fyrireikara. Hann kundi siga frá, at tey longu høvdu havt samband við Klaksvíkar Sjúkrahús, og boðini vóru, at gentan hevði tað gott.

 

Planet.fo skilur, at foreldur hjá ungu gentuni longu hava fingið boð um hendingina.