SV Ried var fyri stórtapi

Samuel Chukwudi og liðfelagarnir hava fyrsta sigurin til góðar

Mynd: SV Ried

Aftaná trý umfør í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini hava Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SV Ried framvegis fyrsta sigurin til góðar.

 

Í kvøld gjørdist talan um stórtap 1-4 fyri LASK á útivølli. 

 

Niama Pape Sissoko legði Ried á odda í áttanda minutti, men bert 19 minuttir seinni hevði heimaliðið skotið trý mál, og var á odda 3-1. Í seinna hálvleiki økti heimaliðið til 4-1.

 

Fyri avrikið í kvøld fær Samuel karakterin: 6,3 frá Soccerstand, og frá Sofascore karakterin: 6,1 (av 10 møguligum).

 

SV Ried er triðaftast í deildini við einum stigi. 

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18.30 hevur SV Ried dyst á heimavølli móti GAK. 

 

 

 

 

 

Mynd: SV Ried