Svend Aage Madsen er kendur fyri sínar málningar av føroysku náttúruni, umframt at hann eisini hevur skrivað bøkur um sínar mongu vitjanir í Føroyum.
Hann var føddur í 1928 sum yngstur av trimum brøðum, og heilt frá ungum árum av málaði hann málningar. Hann arbeiddi tó meginpartin av sínum lívi sum bygningsmálari til lívsins uppihald.
Tað var á sumri í 1948, tá Svend Aage Madsen sum 20 ára gamal fyrstu ferð vitjaði í Føroyum, at hann forelskaði seg í føroysku náttúruni og øllum tí sum her rørist. Síðan tá málaði hann fyri tað mesta málningar við føroyskum myndevnum.
Saman við konuni Inge, var Svend Aage Madsen nógv í Føroyum, og fingu tey nógvar vinir her.
-red