Svim av Skála á Skipanes

Í dag er seinasta freist at tekna seg til serligu svimjingina um Skálafjørðin, sum Flot skipar fyri leygardagin.

Savnsmynd: Svimjarar á Havnarvág

Øll, sum duga væl at svimja og eru eldri enn trettan ár, eru vælkomin at svimja við.

 

Lopið verður útí á Skála, og skjóttgangandi bátar fylgja við svimjarunum yvir á Skipanes, inn í bátahylin Undir Gøtueiði. Talan er um ein tein, sum er millum 1,2 og 1,3 kilometrar langur.

 

Áðrenn svimjararnir loypa á bláman, kunnu teir skifta á Skála, og klokkan 1045 verða luttakararnir koyrdir oman á startin. Bussur koyrir síðani klæðini í neystið hjá kappróðrarfelagnum Niðri á Støð á Glyvrum, har til ber at lata seg í aftur.

 

Niðri á Støð á Glyvrum verður súpan at fáa, og har verður eisini ferðasteypið handað vinnaranum.

 

Skjóttgangandi bátar hjá bjargingarfelagnum tryggja, at svimjararnir koma trygt fram.

 

Umframt aldursmarkið á trettan ár, er eisini neyðugt at hava vátdrakt at svimja í.

 

Les meira um luttøkukrøv og tilmelding á visitrunavik.fo ella á facebook mentanarvika í runavíkar kommunu.

 

Tað er ókeypis at luttaka og seinasta freist at melda til er í dag, Flaggdagin, á telefon 228 537 ella á flotsvimjifelagid(at)gmail.com.

 

Viðmerk navn og telefonnummar, umframt navn og telefonnummar hjá einum avvarðandi umframt møguligur fylgibátur.

 

Savnsmynd: Svimjarar á Havnarvág