Svøríki ávarar um møguligt trot á flogbrennievni

Svenska stjórnin gav ávaraði í dag um vandan fyri, at flogbrennievni manglar í Evropa

Orku- og vinnumálaráðharrin í Svøríki, Ebba Busch, hevði í dag tíðindafund við svenska forsætisráðharranum, Ulf Kristersson, um støðuna á brennievnisøkinum. - Mynd: 10070 Jessica Gow/Ritzau Scanpix

Tað segði landsins orku- og vinnumálaráðharri, Ebba Busch, á einum tíðindafundi, sambært svensku tíðindastovuni TT.

Orsøkin er kríggið í Miðeystri millum Iran, USA og Ísrael.

– Sjálvt um vit skuldu fingið eina burðardygga friðaravtalu í lag í morgin, so kann tað ganga ein tíð, áðrenn veiting av olju og gassi kemur í rættlag aftur, segði Ebba Busch.

Ólíkt flogbrennievni hevur Svøríki ikki víst á nakran vanda fyri, at bensin og diesel mangla.

Vandin fyri troti á flogbrennievni hevur ikki fingið svensku stjórnina at heita á brúkararnar um at lata vera við at flúgva í summarfrítíðini.

 

/Ritzau/

 

 

 

Orku- og vinnumálaráðharrin í Svøríki, Ebba Busch, hevði í dag tíðindafund við svenska forsætisráðharranum, Ulf Kristersson, um støðuna á brennievnisøkinum. - Mynd: 10070 Jessica Gow/Ritzau Scanpix