TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði beinleiðis við Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu í samband við, at NSÍ er vorðin steypavinnari 2017.
Tórbjørn Jacobsen staðfestir, at svongdin eftir at vinna hevur verið stór í Runavíkar kommunu. Áðrenn steypið kom til høldar í gjárakvøldið hevði NSÍ ikki vunnið nakað í 10 ár, og tað kom tí sera væl við hjá kommununi, og nógvum borgarum í kommununi, at NSÍ vann løgmanssteypið.
Tórbjørn Jacobsen hevur upplivað eina serliga viku, sum borgarstjóri, har økini í kommununi frá Skipanesi til Æðuvíkar hava verið merkt av, at NSÍ hevur skulað spælt steypafinalu.