Sweet í stuttum:
Tá AS Sweet um vikuskiftið vitjar Jóansøkufestivalin 2005, so er í veruleikanum talan um eina stóra hending. Sweet er eitt navn, ið av røttum verður mett sum eitt høvuðsnavn innan enskan rock í sjeytiárunum og kanska nakað inn í áttatiárini.
The Sweet átti snøgt sagt ovastu røkurnar á hittlistunum í fleiri ár.
Og í Føroyum, eins um stóran part av heiminum, ljóðaðu hittini hjá The Sweet um geilar og tún. Í kamarinum hjá teim flestu hingu plakatir við Sweet, Slate og øðrum.
Og tey flestu kenna í dag hittini, sum enn í dag eru før fyri at røra okkum, fáa okkum í gott lag og fáa minnir fram hjá summum.
Fox on The Run, Teenage Rampage, Block Buster, Hell Raiser, Ballroom Blitz, Co Co, Funny Funny, Pappa Joe, Wig Wam Bam, Little Willy og so sjálvandi klassikarin Love is Like Oxygen.
Roynd Manning
Í dag eru tveir av teimum fýra, ið mannaðu bólkin tey mongu gyltu árini, deyðir. Brian Connoly náddi tó at vitja í Føroyum miðskeiðis í áttatiárunum við síni útgávu av Sweet. Men hetta var ein syrgisøga, tí Brian var tá langt úti í misnýtslu, hann varð tikin fyri at hava evnir við sær og konsertin hevur ikki verið nakað, sum reypað hevur verið av síðani. Brian doyði nøkur ár seinni.
Trummuleikarin doyði av krabbameini fyri stuttum og bassleikarin er ikki við meira.
Men øll árini síðani tey gyltu ár, sum endaðu miðskeiðis í áttatiárunum, hevur guitarleikarin Andy Scott spælt víðari við síni útgávu av bólkinum; AS Sweet.
Og hetta er ein stórliga fagnað grein av bólkinum, sum serliga hesi seinastu árini hevur fingið rós, hevur givið okkurt út, m.a eina rósta dvd útgávu.
Og manningin, sum Andy Scott hevur afturat sær, er sterk og væl roynd. Hetta er onki minni enn teir tónleikarar, ið hava roynt seg millum tær størstu stjørnurnar. Teir hava spælt við stóru legendunum.
Manningin er henda:
Tony O?Hara; Bass og sang, Andy Scott, Guitar og sang, Steve Grant, ljómborð, sang, Bruce Bisland, trummur, sang og Ian Gibbons, ljómborð.
Spælt við teimum stóru
Andy Scott er í sjálvum sær ein kongunum frá glamrock tíðíni. Men hinir, sum fara á pall hava eisini sínar royndir og hava verið á pallinum við teimum heilt stóru:
Andrew Scott kenna vit úr Sweet. Bruce Bisland hevur drúgvar royndir í mongum høpum og hevur m.a. roynt seg við teim kendu Blue Oyster Cult.
Anthony O?Hora er royndur í mongum høpum.
Stephen Grant hevur verið í upptøkuhølum saman við George Harrison, og annars leikt við Animals, John Farnham, Alvin Lee, John Lord og Dave Clark Five.
Ian Gibbons hevur, eins og hinir eina langa søgu og er knýttur at eisni langari røð av kendum nøvnum, kendast eru nokk The Kinks og The Shotguns, sum tann kendi Ken Hensley stóð á odda fyri
Við øðrum orðum eru hetta menn, sum hava leikt við legendum sum Harrison, Hensley, Lord og øðrum.
Adam Booth, og Damian Scott eru tøkningar og kann nevnast, Damian Scott er sonur Andy Scott.
Hittini fara at ljóða
Og tá so hittmakararnir frá sjeyti og áttatiárunum fara at ljóða á Tvøroyri leygarkvøldið, so verður veruliga talan um góðan tónleik.
Umframt tey kendu ? og áður nevndu hittini? so verður væntandi annað at hoyra eisini, tí AS Sweet er í dag ein bólkur, ið spælir tyngri rock, góðan og sterkan rocktónleik, umframt, at áhoyrarar sjálvandi vænta sær gomlu hittini og klassikararnar.