UMMÆLI
Hóast spennandi G! skráin hevði stór nøvn sum Natashu Bedingfield og Guillemots á, var høvuðsnavnið fyri mong danski bólkurin Nephew. Teir spældu og framførdu so væl seinast, teir vóru á G!, at ein stór fjøld var savnað á sandinum hóskvøldið og væntaði sær tað sama.
Hóast konsertin tá var nakað heilt serligt, varð fjøldin heldur ikki hesaferð vónsvikin. Konsertin var einastandandi góð, og Nephew leveraði vøruna. Teir vóru professionellir og dugnaligir. Men samstundis tendraðir frá fyrsta bríksli. Skjótt kókaði fjøldin, og vit sluppu at hoyra øll hittini live, sum hvørt føroyskt mansbarn eftir hondini kennir frá útvarpinum.
Meðan pallurin á sandinum tyktist nakað stórur til onkrar av smærru og/ella óroyndaru bólkunum á G!, so var tað mestsum øvugt við Nephew. Teir vóru allastaðni, skítfullir av orku, útstráling og spæligleði.
Veðrið var eisini einastandandi, so tú hoyrdi fleiri siga eftir framførsluna, at betri verður tað neyvan á G! Í mun til veðrið fingu tey órætt. Men í mun til tónleikin var tað ikki langt frá.