Tá 6-8 stampar verða til 40-50 túsund húkar

Ein hálvrotin útróðrarbátur eigur 20-30 dagar á Føroyabanka. Av hesum brúkar hann 4-5 dagar og setir 6-8 stampar hvørja ferð. Hann selir restina av fiskidøgunum til ein stóran nútímans línubát, sum setir einar 40.000-50.000 húkar hvørja ferð! ? Soleiðis, sum støðan er, er Føroyabanki við at fara fyri bakka, sigur Mortan Johannesen, fyrrverandi skipari, sum nú er útróðrarmaður

Fiskivinna

- Eg sigi ikki, at mín meining um fiskiskapin á Føroyabanka er hin rætta. Eg sigi heldur ikki, at skiparar og fiskimenn hava ábyrgdina av, at bankin er niðurfiskaður. Teir gera sítt arbeiði bæði væl og virðiliga og royna at fáa sum frægast burtur úr til skip og manning. Eisini halda teir lógir og reglur, sum eru galdandi. Feilirnir og skeivleikarnir eru framdir av teimum kvinnum og monnum, sum ráða og valda í Føroyum.
Mortan Johannesen, fyrrverandi skipari, alari, virkiseigari og nú útróðrarmaður er sárur um støðuna á Føroyabanka, sum hann heldur er fiskaður niður í sand og øsku, sum hann tekur til.

Koralrivini burtur
- Fyri eini tíð síðan hoyrdu vit fiskifrøðingar og biologar tosa um, at koralrivini rundan um Føroyar eru niðurbrotin. Hetta er ógvuliga harmiligt, tí tey koma ikki aftur í bræði.
Fyrrverandi skiparin sigur, at hann skal stilla seg í fyrstu røð saman við øðrum skiparum at hava verið ein av teimum, sum hava niðurbrotið hesi koralriv.
- Eg minnist væl hesar vøkru og reyðu koralgreinarnar, tá ið vit royndu eystur av Suðuroyarbankanum og í ein landsynning úr Munkagrunninum. Greinarnar, sum lógu fløktar og brotnar aftur gjøgnum trolið, kundu vera upp í ein metur langar.
Mortan vísir á, at eingin segði nakað um, at nakað var galið við hesum.
- Vit høvdu bara ta einu uppgávuna; at fáa mest møguligan fisk og harvið fortjenastu til skip og manning. Jú, meira vit kundu fiska har ? jú, størri var fortjenastan.
Fyrrverandi skiparin sigur, at nú nógv ár seinni eru ongar korallir, eingin kongafiskur og heldur eingin blálonga at fáa har longur.
- Ein partur av tí fiski, sum fekst á hesum leiðum, er ikki har longur, og hann kemur ikki aftur í okkara tíð, sigur Mortan.

Økt veiðitrýst
Hann heldur, at tað nyttar lítið at ferðast land og ríkið runt at halda fyrilestrar um Føroyabanka sum gott vakstrarøki hjá tí stóra toskinum, tí har er eingin stórur toskur eftir; har er bara nakað av millumfiski og smáfiski.
- Føroyabanki hevur verið illa fyri áður, og hann hevur eisini verið niðurfiskaður. Tá hava ráðandi politikararnir havt rygg til at "handla", og bankin er komin fyri seg aftur. Men hava teir rygg til tað nú? spyr hann.
Mortan ivast onga løtu í, at veiðitrýstið á Føroyabanka er økt.
- Vit kunnu taka eitt av fleiri dømum, sum eru farin fram. Ein hálvrotin útróðrarbátur eigur 20-30 fiskidagar á bankanum. Báturin er úti einar 4-5 dagar við 6-8 stampum hvørja ferð. Hetta er so royndin hjá bátinum á Bankanum. Men sami bátur kann nú selja óbrúktu fiskidagarnar til ein stóran og nútímans línubát, sum hevur alt tað nýggjasta innan fiskitøkni.
Hann vísir á, at hetta er alt rætt sambært lógini, og tí hava hvørki skipaeigarar ? seljarar ella keyparar - forbrotið seg móti lógini.
- Men úrslitið er ein øking í veiðitrýstinum fleiri hundrað ferðir. Átti hetta ikki at fingið ávarðingarklokkurnar at ringt ? og allar reyðar perur at blunka, spyr Mortan Johannesen ? ella Mortan hjá Andriasi, sum hann eisini verður róptur.