Tí er neyðugt við stjórnarskipanarnevnd

Tað eru serliga tjóðveldismenn sum eru vorðnir so firtnir yvir at Javnaðarflokkurin hevur sett uppskot fram um at seta stjórnarskipanarnevnd. Teir tykjast ikki rættiliga at skilja meiningina við tí. Tí er neyðugt at seta upp, hvat í veruleikanum er munurin á tí framferðarhátti, íð Javnaðarflokkurin skjýtur upp, og framferðarháttinum hjá landsstýrinum.

Í fyrsta lagi kemur uppskotið um stjórnarskipanarnevnd sum ein logisk fylgja av at Javnaðarflokkurin ikki tekur undir við landsstýrisuppskotinum, sum er ein fullmakt til landsstýri at fara undir at seta fullveldisprojektið ígongd. Í øðrum lagi er tað ein konstruktiv fylgja av teirri felags niðurstøðu hjá øllum flokkum á tingi, at ríkisrættarligar broytingar eru neyðugar fyri øktum føroyskum sjálvstýri.


Javnaðarflokkurin skjýtur upp:

? at landsstýrið fær heimild til at seta fyrireikingararbeiði ígongd, avmarkað til útgreiningar og kanningar av týdningi í

? samband við ríkisrættarligar broytingar, og at løgmaður setir eina parlamentariska stjórnarskipanarnevnd, umboðandi allar flokkar á tingi, undir fyrisæti landsstýrisins, og við luttøku av vísindaligum sakkunnleika, at gera uppskot til nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar.

Mótvegis hesum er framferðarhátturin hjá landsstýrinum, at vilja avgreiða eitt mál, sum inniber kanska størstu stjórnarskipanarligu broyting nakrantíð í Føroya søgu, sum eitt samgongumál, har bert stívliga helvtin av tinginum stendur aftanfyri. Hesin framferðarháttur var fríggjadagin samanfataður av fyrrverandi landsstýrismanni og núverandi løgtingsmanni Tjóðveldisfloksins, Jógvani Durhuus, soleiðis, at "landsstýrið skal fara undir at fyrireika og taka upp realitetssamráðingar um ein millumlandasáttmála, sum síðan skal leggjast fyri tingið, so at hesar samráðingar um at skipa Føroyar sum eitt fullveldi kunnu byrja longu nú í hesum árinum."

Eftir hesum er avgjørt frammanundan, hvat allar kanningar og fyrireikingar skulu enda við. Einasta óvissa er, hvussu lagaligar treytir kunnu fáast frá dønum. Í hesum skundavgreiðslumáli ber tí eisini illa til at síggja teir veruligu møguleikarnar fyri aktivari luttøku hjá andstøðuni, íð er knappliga helvtin av tinginum, sum annað enn bert ein formlig ávirkan, avmarkað til at umrøða og ummæla tær avgerðir, sum samgongan annars einsamøll er samd um frammanundan - ella kanska bert partar av samgonguni.

Tað er neyvan nakar ivi um, at tvíheldur landsstýrið um sína mannagongd og fer at trumfa sín vilja ígjøgnum, bert við stívliga helvtini av tinginum aftan fyri seg, fer tað eisini til at elva til eitt øgiligt klandur og stríð í øllum fólkinum um hetta málið. Tað verður onki sakligt orðaskifti, men eitt eljustríð við skuldsetingum og illgitingum. Tað verða tær verstu umstøðurnar sum hugsast kunnu undan nakrari fólkaatkvøðu. Eg vóni ikki, at tann smáhysteriski tónin, sum longu var at hoyra í tinginum fríggjadagin, so hvørt tað leið út á dagin, og mánadagin við, var ein fráboðan um hvussu tann komandi dialogurin fer at ganga.

Sjálvt um løgmaður óivað hevði eina aðra adressu í huganum, so má eg tó fult taka undir við orðum hansara fríggjadagin; og sum hann endurtók mánadagin, tá hann mælti til "at sláa kalt vatn í blóðið" og at vit seta okkum niður og fáa hesa neyðugu, breiðu undirtøkuna, bæði í tinginum og í fólkinum.

Og tað er júst tí at Javnaðarflokkurin kemur við uppskoti sínum um at løgmaður skal seta eina stjórnarskipanarnevnd at viðgera og skjóta upp tær ríkisrættarligu broytingarnar, sum gerast skulu.

Í eini stjórnarskipanarnevnd tryggjar tú øllum tinginum ein aktivan leiklut í arbeiðinum.

Her verður ikki bert gingið eftir tí eina møguleikanum, men her er uppgávan at fáa allar møguleikar fram á borðið; og teir kunnu verða nógvir og munirnir sera stórir, frá tí minst til tann mest víðgangandi mátan at skipa føroyskt sjálvstýri uppá.

Grundað á allar neyðugar kanningar og útgreiningar ger stjórnarskipanarnevndin uppskot sítt uppskot at leggja fyri tingið.

Tá verða heilt aðrir og betri møguleikar hjá tinginum - og øllum fólkinum - at viðgera og taka støðu til, um stjórnarliga framtíðarstøða Føroya skal vera ein fullveldisskipan ella einhvør onnur frælsari støða í ríkisfelagsskapi.

Føroya løgting kann tá gera greitt, hvat løgtingið vil, og hvat føroyingar vilja fara eftir.

Tá er klárt at fara at taka upp samráðingar við danir um at fáa øll neyðug viðurskifti landanna millum greið í einum broyttum ella nðggjum sáttmála.

Landsstýrið hevur tí onki at vera bangi fyri í uppskoti Javnaðarfloksins. Tað er tvørturímóti ein útrætt hond frá Javnaðarflokkurin til landsstýrið, so sleppast kann undan stríðselvandi polariseringum, bæði í tinginum og í fólkinum. Ikki minst tá hugsað verður um hvussu nógv bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum siga seg - og ivist eg ikki í at tað eisini er av fullum huga - vilja arbeiða fyri eini breiðari undirtøku í hesum málinum.

Tað hevði eisini so dyggiliga gjørt teimum illgitingum til skammar, sum siga at tað í høvuðsheitum eru tvær orsøkir til at landstýrið vil gjøgnumtrumfað sín egna máta at orna hesi tingini uppá: Í fyrsta lagi forfongiligheit: tí hesir flokkar, ella rættari menn úr hesum flokkum síggja nú ein kjans til at sleppa at skriva seg inn í søguna sum teir í tóku loysingina, og í øðrum lagi tí at fullveldisætlanin er so víðgangandi, at hon fæst bert ígjøgnum í stórum skundi - tað má smíðast meðan jarnið enn er heitt eftir samanbrestirnar við danir og øðina um danskar ráðagerðir í skðmaskotum - kemur tað at ganga ov seint fyri seg og ov drúgt verður at bíða eftir úrslitum, so er vandi fyri at fullveldiseldhugin kólnar og áhugin vendist móti øðrum lívsviðurskiftum.


Hans Pauli Strøm,

løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin