2. hvítusunnudag bleiv farbróður, Petur Højgaard Saltangará 87 ár. Her á leiðini verður hann bert nevndur Petur hjá Palla. Sum flestu Højgaard´arar hevur hann verið raskur og nærlagdur og baldist stóran part av lívi sínum á havinum, har hann í sjálvdrátti royndist sonn fiskiklógv. Tá Petur legðist uppi, arbeiddi hann eitt longri tíðarskeið á Vónavirkinum í Fuglafirði; trol og bøting hava havt hansara stóra áhuga, og hann gjørdi eitt stórt granskingararbeiði við einum segli á trolinum, sum skuldi bøta um fiskiskapin.
Alt sítt vaksna lív hevur Petur verið tjóðskaparsinnaður, og sjálvstýrisneistin hevur brunnið sterkur í barmi. Allastaðni møguleiki var fyri hesum, hevur hann á sín sermerkta hátt víst á møguleikarnar, ið finnast her, og at vit eiga at tillaga samfelagið til búskaparligu fortreytirnar. Sigast kann, at í hesum máli hevur ljós hansara ikki hevur staðið undir skeppumálinum.
Hugnalig samkoma var á Casa Blanca týskvøldið, tá Eldrafelagið Nón endaði fundarvirksemi sítt á hesum sinni og fari varð í summarfrí. Duettin "Hvørvisjón" við Torbjørn Jacobsen og Jónsveini Knudsen settu sín sermerkta dám á kvøldið. Kensluborið sang Tobbi á íslendskum máli, um týskan trolara, ið illveðursnátt rendi á flúr við Íslands strond, fór til botns og 5 menn funnu har sín bana. Yndisligi sangurin Anana er um barnið, sum hevur so nógvar spurningar um ymisk viðurskifti, og blíva hesir til: Hví Mamma ? Undirritaði er sera hugtikin av hesum sangi og Tobbi sang hann eisini hetta kvøldið á rungandi grønlendskum máli.
Eftir at sangurin "Tú føddur føroyingur fríur" varð sungin sum felagsongur, tók skaldið, ið bæði hevur gjørt orð og lag, orðið. Hann greiddi frá søguni um sangin, hvussu hann fyri mongum árum síðani sat og tonkti um sundurlyndi í fólkinum, sum býtti tjóðina upp í tveir nærum eins stórar partar ið gjørdi, at sjálvstýrisleiðin kámaðist. Tí føddist hendan hugsanin, ið kemur fram í tekstinum og lagnum, um ein vanligan ungan føring, sum reinur og óspiltur lítur kring seg og greiðir frá tí, hann sær og hugsar.
Sangurin hevur øll hesi ár ligið í dvala, og er bert sungin hendinga fer í veitslulag. Helst hevði hann farið í gloymskunar hav, um verðdótturin Varna ikki hevði tikið sakina í egnar hendur. Hon skipaði so fyri, at Árni og Marner sungu sangin inn á eina fløgu, og teir góvu við frálíku røddum sínum og spæli sanginum og lagnum nýtt lív. Frumframførðslan var í eini útvarpsmorgunsending hjá Elis Poulsen, har Varna ringdi inn og ynskti verfaðirnum tillukku við føðingardegnum og bað vertin spæla sangin, ið fekk so gott skoðsmál frá Elis, ið eg ikki havi hoyrt áður.
At sangurin "Tú føddur føroyingur fríur", verður ein landaplága, eri eg onga løtu í iva um. Sangurin vísir til gudsótta og álit á hann sum øllum valdar, og er trygdin fyri eini framtíð, har føroyingar sjálvir taka róðrið í hond á føroysku skútuni og hevja flaggið í húnar hátt.
Tey vóru seks systskin: Nancy, Petur, Poula, Jensa, Mary og Meinhardt. Tey trý seinast nevndu eru ikki longur okkara millum. Serliga Nancy, Petur og Jensa høvdu góðar skaldagávur. At andaligi førningurin er arvaður heimanífrá, sæst aftur í skaldskapinum hjá teimum øllum. Á minnisvarðanum í Rituvík sum avmyndar ommuna og abban, (tey vóru fyrstu niðursetufólkini), yrkti Nancy hesi fáu orð sum siga so nógv.
Tann trúgv sum teimum treysti gav,
Var lít til Gud, til land og hav.
Nancy hevur skrivað og givið út yrkingarsavn. Millum tað ið hon hevur avrikað, man Skálafjarðarsangurin vera tann best kendi. Útvarp Føroya hevur frøtt mangan fjarðbúgva eftir loknan kappróður, tá sangurin dunar úr lurtitólunum, tí bátar av Skálafjørðinum fyrstir eru farnir um málstrikuna.
Jensa hevði góða sangrødd (tað høvdu tey øll ). Minnist yndisliga tvíræddaða sangin, tá eg sum barn vitjaði í heimi teirra; hon spældi mandolin og maðurin Agga slerdi rútmuna við tveimum skeiðum. Jensa hevur m.a. yrkt sangin, " Kom latum os syngja um heimið tað besta", ið finst á songbandinum, Eva og Hans Andrias góvu út.
Nógv er komið á loggið í siglingini yvir lívsins hav, og teinurin móti málinum styttist. Hóast høgan aldur er lyndið lætt; Petur fylgir væl við og gleðist um tað sum rørist í býnum, tí nógva virksemi á havnalagnum og øll tey nýggju húsini, ið standa í gerð. Jú sanniliga, tað grør um gangandi fót.
Konan Elsa Maria vanliga nevnd Essimi, hevur somuleiðis verið eitt arbeiðsgrev. Fyrimyndarliga hevur hon hildið heimið og tann stóra barnaflokk tykkum untist at fáa, heili 10 í talið. Fari eisini her at nýta høvi til at takka tær fyri allar tær mongu hugnaligu løturnar við øllum blíðskapi, mær untist at njóta í heimi tykkara. Eg og Sigmund vóru spælibrøður, og tað mundu vera fáir dagar áðrenn fermingaaldur, at vit ikki vóru saman. Somuleiðis fari eg at frambera øll góðynskir, nú tú skjótt hevur rundan føðingardag.
Eg fari til seinast, at ynskja tykkum báðum eitt langt og blítt lívskvøld, við góðari heilsu og Harrans signing.
Kári P. Højgaard
Tú føddur føroyingur fríur.
Tú føddur føroyingur fríur,
væl borin i móðurlands fang,
væl veri tín byrur b1íður,
tín framtíð rík og long.
Niðurlag:
Tað landið, tú nemur er F øroyar,
væl runnið úr norrønar' rót,
Guds trúgv og álit á landið,
tá grør um gangandi fót.
Føroyingur, tú kennir teg heima,
títt borðfæ, tað fongríka hav
várar forfedrar ei vit gloyma,
tær oyggjar tú Harrin teim' gav.
Hygg só1in a tindamar roðar,
nú brosar tín móðir til tín,
tær kenslur í hjartað hon boðar
um Skaparans verk til tín.
Hann álitið hevur tær givið,
tú setir teg aftur i rong,
tak róðrið og eingin ivi,
vind Merkið á fulla stong.
Orð og lag:
Petur Højgaard
Saltangará