Tíggju svenskir ríkisborgarar eru millum tey tilsamans 176 deyðu í eini flogvanlukku við einum ukrainskum Boeing-flogfari í Iran
Tað skrivar ukrainska uttanríkisráðið á Twitter.
82 iranar eru eisini deyðir í vanlukkuni, har eingin kom undan við lívinum. Har vóru eisini 63 fólk úr Kanada, 11 úr Ukraina, 10 sviar, fýra úr Afghanistan, tríggir týskarar og tríggir bretar, skrivar uttanríkisráðharrin í Ukraina, Vadym Prystaiko.
Flogfelagið hevur á heimasíðuni váttað, at 167 ferðafólk og manningin upp á níggju eru deyð í vanlukkuni.
##med2##
Felagið upplýsti klokkan 8:30, at tey skjótt fara at almannakunngera listan yvir tjóðskapin hjá teimum deyðu.
Sambært talsfólki frá felagnum eru einki tekin um, at tað hevur verið eitthvørt galið, áðrenn flogfarið fór á flog úr altjóða flogvøllinum Imam Hhomeini í iranska høvuðsstaðnum, Teheran.
Flogfarið varð kannað so seint sum 6. januar, og eingi tekin vóru um, at nakað skuldi verið galið við flogfarinum.
Flogvanlukkan hendi fáar tímar eftir at Iran leyp á tvær herstøðir í Irak, har onnur hýsti bæði amerikanskum og donskum hermonnum. Tað var eitt svar frá Iran til amerikanska álopið, sum drap iranska herleiðaran Qassem Soleimani fríggjadagin.
Men flogvanlukkan í Iran og spenningurin millum USA og Iran er ikki sett í samband við vanlukkuna, ljóðar úr Iran. Sendistovan vísir aftur »yvirgang«. Flogfarið, sum datt niður, hevði kós ímoti ukrainska høvuðsstaðnum, Kijev.
/ritzau/