Hvørki formaðurin í kirkjuráðnum í Klaksvík, Jógvan Lützen, hin presturin í Klaksvík, Niels Pauli Danielsen ella bispur, Hans Jacob Joensen, hava nakra viðmerking til samrøðuna við Hans Eiler Hammer, prest, sum stóð í Sosialinum týsdagin.
Í greinini sigur Hans Eiler, at hann og familja hansara kenna seg sum offur fyri slatri og hava gjørt tað í eitt longri tíðarskeið nú.
Undir gudstænastuni í Christianskirkjuni sunnumorgunin heitti Hans Eiler á sítt kirkjulið um at verða honum og familju hansara til hjálpar í bardaganum í móti slatrinum, sum gongur um tey.
? Um allar søgurnar høvdu passað, so høvdu konan og eg verið skild tríggjar ferðir, segði Hans Eiler millum annað við Sosialin í gjár.
Harmast
Jógvan Lützen, sum er formaður í Kirkjuráðnum í Klaksvík, sigur seg ikki hava nakra viðmerking til støðuna hjá Hans Eileri.
Niels Pauli Danielsen, sum er hin presturin í Klaksvík, er skelkaður av greinini, tí hann visti ikki av hesum frammanundan. Men hann valdi eisini at tiga, tí hann dugdi ikki at síggja, hvat hann kundi siga í hesum sambandinum.
? Tað ganga altíð so nógvar søgur, men eg eri sjálvandi harmur um, at starvsfelagi mín og familja hansara skulu líða undir hesum, sigur Niels Pauli Danielsen.
Hans Jacob Joensen, bispur, sigur, at hann ikki hevði hoyrt um hetta frammanundan, og av tí at hann ikki hevur tosað við Hans Eiler sjálvan, so hevði hann heldur onga viðmerking til greinina.