Tíðin stendur ikki í stað

- Tað er sjálvandi saknur í ikki longur at síggja skip og bátar leggja veiðina upp í Vestmanna, men eg fegnist um tað virksemi, sum er, sigur Pauli T. Petersen.

Tað var tann tíð, tá fleiri skip vóru heimahoyrandi í Vestmanna, og regluligar landingar vóru til Vestmanna Fiskavirki. Men, tíðin stendur ikki í stað, og í dag kemur næstan allur fiskur, sum verður virkaður í Vestmanna, í bili, haðani hann er landaður.

 

Í mong ár var Vestmanna Fiskavirki millum tey virki í Føroyum, sum keypti og virkaði botnfisk undan Føroyum. Men, botnfiskur er ikki høvuðsframleiðslan á virkinum í dag, tó at hetta framvegis er ein partur av virkseminum.

 

Eigararnir av Vestmanna Seafood, sum í dag eiga bæði virkini á bryggjuni, hava í fyrsta lagi lagt seg eftir uppsjóvarfiski, meðan botnfiskur serliga verður keyptur til at fylla upp við uttan fyri uppsjóvarvertíðina.

 

Borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Pauli T. Petersen, harmast framvegis um, at skip eru seld av bygdini, samstundis sum loyvi eru farin á aðrar hendur. Hann fegnast tó um, at Vestmanna framvegis eigur dugnalig vinnulívsfólk, sum hava hegni og vilja og sum duga at síggja nýggjar møguleikar.

 

Hann fegnast eisini um skip og bátar, sum framvegis eru eftir í Vestmanna, og her hugsar hann ikki minst um reiðaran, Dánjal Jacobsen, sum bæði hevur ísfiskatrolara, trolbát og eigur part í línuskipi.

 

Umframt skip og bátar, sum Dánjal Jacobsen varðar av, er eisini felagið P/F Jókin, sum Tummas Christhophersen eigur saman við suðuroyingum og sum eitt nú rekur Fram, ið hevur heimstað í Vestmanna.

 

- Tað er sjálvandi saknur í ikki longur at síggja skip og bátar leggja veiðina upp í Vestmanna, men eg fegnist um tað fiskivinnuvirksemi, sum hóast alt er eftir í økinum. Tað er avgjørt positivt, at vit framvegis hava virkir og skip og soleiðis eisini arbeiðspláss til fólk í fiskivinnuni, sigur Pauli T. Petersen.