Jústinus Eidesgaard
journalistur
??????
Tað eru sorgarboð, at fá-tæki føroyski blaðheimurin er eitt blað fátækari. Og júst soleiðis kennist tað, nú avgerð er tikin um at steðga Fregnir med alla. Blaðið var eitt frískt lot í føroyska blaðheiminum og fólkini aftanfyri frískar nálir sum sveiggjaðu í hesum loti.
Sum journalistur og sum fyrrverandi formaður í Føroya Blaðmannafelag, harmist eg stórliga, at tað ikki eydnaðist Fregnum lívi lagað. Idealistarnir aftan fyri Fregnir, við Jonhardi Mikkelsen á odda, megnaðu at skapa nakað nýtt. Eitt tjakblað, sum fór djúpari enn hini bløðini og eitt blað sum meinti nakað og sum tordi at standa við sínar meiningar, sum ikki var fjøtrað av at skula tekkjast so mongum sum gjørligt. Eitt blað, sum ikki nýttist at fortelja lesarunum, at tíð indini tað bar vóru álítandi.
Sum fyrrverandi tíðindaleiðari á Sosialinum minnist eg, at vit vóru spentir til hvørja útgávuna. Hvat mundu teir nú hava funnið uppá hesir vitleysu loys-ingarmenn. Vit vóru rættuliga purraðir út, tá Sjúrður Skaale skríggjaði matseðilin út í útvarpslýsingum dagarnar undan útgávudegnum. Hetta var frískt og nýtt og spennandi.
Í uppseting legði Fregnir seg beinanvegin fjórðingar frammanfyri hini bløðini, og teir megnaðu at halda hesa frástøðu til seinastu útgávu. Skilji ikki rættuliga, at tað almenna bara skal lýsa í Dimmu og Sosialinum, og harvið geva hesum privatu fyritøkum ein fyrimun framum aðrar, sum vilja hava ein greiðari hugsjónarligan grundvøll at íðka okkara grundlógartryggjaða skrivifrælsi á.
Uttan at taka støðu til loysing contra samband, so sleppa vit ikki uttanum, at loysingarparturin í Føroyum er ein fittur partur av føroyingum, og hesin partur er vorðin fátækari, nú Fregnir hevur lagt árarnar inn.
Sum sannur kristin, so átti eg at hýst eins væl fíggingum sum vinum í mínum húsi. Eitt faktum er tó, at eg hóast, eg veit hetta, so eri eg fyri tað allarmesta eri umgivin av vinum her heima hjá okkum. Tey, sum slett ikki kunnu semjast við mær, hvat eg standi fyri hugsjónarliga ella átrúnaðarliga, tey halda seg vanliga burtur frá mínum føðing-ardøgum.
Nú mold er løgd yvir Fregnir, so er vandi fyri, at tey á loysingarsíðuni eru vorðin heimleysari í fjølmiðlahøpi, og hevur tað almenna ein part av ábyrgdini fyri hesum við einum lýsingarpolitikki, sum einsrættar okkara grundlógartryggjaða skrivi og talufrælsi, so eiga teir at hugsa seg um enn einaferð.
Oman fyri standandi reglur hava onki við mína politisku støðu, eg nýti mín borgarliga rætt til at halda hesa fyri meg sjálvan.