Seinnapartin leygardagin skipaði Fólkaflokkurin fyri tiltaki, har tær báðar Henriette Kjær og Pia Christmas-Møller úr Konservativa Fólkaflokkinum í Danmark greiddu frá, hvussu tær hava borið seg at við at koma fram í politikki.
- Tú mást fyrst og fremst hava ein sterkan vilja um at arbeiða við tínum egna politikki. Tí er eisini alneyðugt, at tú setir tær nøkur mál, sum tú so fylgir, sigur Rúna Sivertsen, tá hon verður spurd, hvat hon ítøkiliga fekk burtur úr fundinum. Eisini sigur hon, at tað enn einaferð varð staðfest, at endamálið er ikki at troka menninir av rókini, men at koma inn og fáa títt egna ígjøgnum.
Sum hon hevur sagt fyrr, so halda kvinnur ofta, at tær skulu vita alt um alt, fyri at bjóða seg fram.
- Men tað skalt tú als ikki. Tú skalt fylgja við og vita eitt sindur um alt. Og so skalt tú savna teg um ávís hjartamál, sum tú fert í dýpdina við, sigur Rúna Sivertsen, sum serliga helt tað vera spennandi at hoyra Pia Christmas-Møller, tí hon fortelur á ein sera dynamiskan og livandi hátt.
Bjóða teg fram
Eitt nú greiddi hon frá, at málið hevur onki við menn at gera. Málið er at koma inn og at fáa sítt ígjøgnum.
- Ein og hvør broyting fer fram millum oyruni. Tú mást seta tær eitt ávíst mál og brenna fyri tí. Kvinnur bíða ofta til onnur fáa eyga á tær. Men tað nyttar onki at goyma seg. Vilt tú fram, so mást tú eisini bjóða teg fram, segði Pia Christmas-Møller. Bæði Henriette Kjær og Pia Christmas-Møller eru uppvaksnar í politiskum heimum, og gjørdust politiskt virknar longu sum blaðungar.
Rúna Sivertsen sigur, at tær báðar hava ikki skapað sær nakað beinleiðis netverk, sum stuðlar upp undir politisku karrieruna. Men at hetta er tilvitað, tí tær vilja heldur nýta orkuna heima.
Óviss um uppstilling
Eini 30 fólk møttu til fundin, sum var á Hotel Tórshavn. Harímillum vóru eisini nakrir menn.
- Ongin ivi er um, at vit hava fleiri dugnaligar kvinnur í fólkaflokkinum. Men eg veit ikki, um tær eisini hava hug at stilla upp, sigur Rúna Sivertsen, sum enn ikki hevur tikið støðu til, um hon sjálv stillar upp til komandi valg.
--
Myndatekstur:
Eini 30 fólk møttu til fundin, sum var á Hotel Tórshavn. Harímillum vóru eisini nakrir menn.
- Ein og hvør broyting fer fram millum oyruni. Tú mást seta tær eitt ávíst mál og brenna fyri tí. Kvinnur bíða ofta til onnur fáa eyga á tær. Men tað nyttar onki at goyma seg. Vilt tú fram, so mást tú eisini bjóða teg fram, segði Pia Christmas-Møller