Tøma bingjuplássini fyrst

Kommunalu bingjuplássini verða tømd fyrst. So kunnu fólk koma aftur har við teimum ruskposum, sum standa fullir, nú verkfallið er av. Í næstu viku fer ruskinnsavningin aftur at vera komin í rættlag, siga tey hjá IRF á Hagaleiti

Ruskinnavnan


IRF fer ikki at fáa trupulleikar av ruskinum, sum hevur hópað seg upp undir verkfallinum. Longu tá næsta vika er av, vænta tey at vera komin upp undan aftur við brenningini.
Jógvan Júst Olsen, á brennistøðini hjá IRF í Leirvík, sigur, at har vænta tey ongar trupulleikar, nú ruskið fer at koma inn aftur í stórum. Móttøkan er tóm, so til ber at taka tað, sum kemur, og farið verður undir at brenna beinanveg. Bilarnir savna inn frá kommunalu bingjuplássunum nú beinanveg, og so fara teir undir vanliga innsavnan í næstu viku.
Jógvan Júst Olsen greiðir frá, at tey fyrst av øllum fara eftir tí, fólk hava lagt inn á kommunalu bingjuplássini. Tá tær bingjurnar eru tiknar, verða nýggjar settar aftur, og so kunnu fólk koma har um vikuskiftið og sleppa av við teir húsarhaldsposarnar, tey hava standandi. Tað lættir heilt væl um hjá teimum, sum savna inn. Síðan fer skipanin aftur at virka sum vanligt í næstu viku. Og fríggjadagin, roknar hann við, eru tey longu komin aftur í vanligu, føstu skipanina.
Umframt bingjuplássini verður eisini nú beinanveg tikið í móti ruski frá handlum og virkjum, sum hava havt avfall standandi. Tað verið seg vanligt matrusk og papp. Pappið, sum vanliga er buntað, verður koyrt til endurvinning, og restin fer í brenniovnin.
Hvítu posarnir við reinum pappíri frá húsahaldinum, fara at standa til næstu regluligu rundu, sigur hann. Teir tola best at bíða.
Annars letur hann væl at reinførinum hjá fólki yvirhøvur.
?Fólk leggja ikki í, at tða luktar heima hjá teimum sjálvum, so tey binda væl um posarnar. Av tí sama er tað eisini nossligt, sum kemur á støðina. Onkur hendinga maðkur er at síggja, men tað er lítið, letur Jógvan Júst Olsen at.
Hann sigur, at meginøkið helst longu skuldi verið avgreitt í fyrstu rundu fríggjadagin. Eisini varð skipað fyri at fáa skip til útoyggjarnar eftir ruskinum, sum har var.
Hóast verkfall hevur verið, hava maskinmenninir hjá IRF verið til arbeiðis. Teir hava nýtt tíðina, einki rusk hevur verið savnað, til at reinsa og umvæla á støðini. Ovnurin er reinsaður og var púra klárur at tendra aftur fríggjadagin, sigur Jógvan Júst Olsen. Brent fer at verða um hvítusunnuna fyri at lætta um aftur í næstu viku.
?Tað eru bara húsarhaldsposar, sum koma í fyrsta umfari, og tað er ringt brenni, so tað fer helst at ganga eitt sindur seinni enn vanligt at byrja við, sigur hann. Men longu um miðja næstu viku fer annað ivaleyst eisini at vera í rúgvuni. Slíkt sum timbur og plastikk, sum er gott brennievni. Og so fer at ganga skjótari undan.
Eisini hjá KOB á Sandvíkarhjalla siga tey frá, at tað sær hampiligt út. Jóhan av Reyni, sum vit tosaðu við frígjamorgunin, sigur, at støðin hevur verið opin alla tíðina, verkfall hevur verið, og nógv fólk eru komin við egnum ruski. So rúgvan verður væntandi ikki so ógvuslig, nú farið verður undir regluligu innsavningina aftur.