Tí nú rekur hart á kíkin

Ja hetta er so seinasti kjansur at velja Heina O. Heinesen, tí eg stilli ikki uppaftur. Men nú havi eg stilað upp, og so vil eg gjarna blíva valdur.

Eg havi ein boðskap, ein góðan bodskap, haldi eg sjálvur, sum stendur í beinari linju vid fiski- og verkamannakósina hjá Ellinti, sum teir nú hava drigið fram í valstríðnum. Prýða seg við læntum fjaðrum.
Tað hevur havt sín prís at vera ósamdur við leiðsluna, at hava staðið við míni sjónarmið. Eg eri blivin útihýstur frá øllum álitissessusm og øllum fjølmiðlum til hetta valið. Men eg veit ikki, hví eg skal straffast fyri tann skeiva fiskivinnipolitikkin hjá Tjódveldi, tí eg eri ikki samdur við teimum! Øll vita, hvar Heini O. Heinesen stendur, og altíð hevur staðið, eingin ivast í tí, eg broyti ikki støðu frá degi til dags. Men Tjódveldi spælir eitt farligt spæl, teir vilja gjarna hava meg á listanum fyri at kradda mínar atkvødur, men teir vilja ikki hava meg, Men teir skulu fáa ein skarpan gang hetta valið! Eg heiti inniliga á fólk um at velja meg persónliga, eina seinastu ferð.
Sjálvt um eg eri sera vónsvikin av Tjódveldi, at teirra óerliga spælið móti elsta manninum í flokkinum, so eri eg til reidar at fara til arbeiðis og gera eitt gott arbeiði á tingi. Eg eri so góður við flokkin, sjálvt um tey ikki eru góð við meg.
Eg havi brúkt alt mítt lív upp á flokkin og hesa hugsjónina, og so fari eg bestemt ikki at lata meg kassera uppá grund av eini forbrendari tilfeingisbúð.