Tónaskøld í Tøting

Konsert við Martin Joensen, Anne­marie Zimakoff og Holg­ar Jacobsen.

Komandi leygarkvøld 12. mars, skipar Tón­leik­a­sam­takið Grót fyri sera á­huga­verd­ari kon­sert í Tøting í Syðru­gøtu. Tey ið trína á pall í Tøting, eru tónaskøld ið hava ferð­ast kring heimin og tónaskøld, ið veruliga hava sett síni spor í føroyska tónleikalandslagið.

Martin Joensen:
Martin kenna vit øll. Martin gav fyri stuttum út fløguna "Kvøld". Nýggja útgávan hev­ur fingið sera góð ummæli, og kemur uttan iva at standa sum ein varði í føroyskari tónleikasøgu, eins og øll onn­ur verk hann hevur úr honum greitt.
Martin ferð saman við bólki sínum, at spæla løg av nýggju útgávuni.

Annemarie Zimakoff:
Annemarie er úr Suð­ur Jút­landi, men annars búðsitandi í Keypmannahavn.
Annemarie skal verða í Før­oy­um í eitt hálvt ár, har hon umframt skal spæla konsertir sjálv, eisini gerð nakað av arbeiði í Plátu­fel­a­gnum Tutl og hevur skeið í sang­skriving.
Annemarie Zimakoff hev­ur útgivið tvær fløgur, Ivory (2008) og The Girl
Without Music (2010), og hevur hon fingi nógv rós og góð ummæli fyri he­s­ar útgávur og fyri henn­ara fram­førslur. Ann­e­marie hevur verði á tourné við sínum tón­leiki í USA, Týsklandi, Írlandi og aðrastaðni og nú verður Tøt­ing í Syðrugøtu sett á hennara heimsatlas.

Holgar Jacobsen:
Kenna tit Tinganest og Holgar & Villmenn? Ja so kenna tit Holgar Jacobsen!
Vágamaðurin útgav seint í fjør sína fyrstu solofløgu ”Ongan Veg”, Sum heitið á fløguni sipar til, so ætlar Holgar ongan veg at fara, og vil við fløguni staðfesta eina nýggja byrjan. Tónleikurin hjá Holgari, er bæði skitin, heitur og vakur, og huglagið sera hugnaligt.
Grót hevur júst gjørt høl­is­broyt­ingar í Tøting, so tað verð­ur spennandi at royna høl­ini í nýggjum hami, við so áhugaverdur og framúr dugnaligum tónaskøldum.