Tónleikur í Christianskirkjuni leygardagin

Leygadagin klokkan 11 verður tónleikur, ella matiné, sum tað eitur, í Christianskirkjuni í Klaksvík.

Tað verða sveisisku systrarnar, Monika Stauss Joensen, sum spælir violin, og Andrea Stauss Hofmann, sum spælir klaver, ið fara at spæla.

Tær báðar fóru at spæla saman sum heilt ungar, og hóast Monika er gift til Leirvíkar og í fleiri ár hevur búð í Føroyum, hava tær báðar spælt saman í nógvum tiltøkum í heimlandinum.

Soleiðis fara tær eisini at spæla í Sveis í summar, tá ið Monika fer heimaftur at vitja. Umframt konsertir í Norðursveis fara tær at spæla í Suðursveis, Brissago, sum liggur beint við italska markið.

Nú Andrea vitjar í Føroyum og tær fyrireika seg til konsertirnar í Sveis í summar, bjóða tær til matiné í Christianskirkjuni.

Á skránni eru løg millum annað eftir Tartini, Massenet, Boccherini, Schubert og Seitz.

Øll eru hjartaliga vælkomin til eina løtu við violin- og klavertónleiki í Christianskirkjuni leygarmorgunin.

Á myndini av teimum báðum, er tað Monika, ið stendur vinstrumegin og Andrea, ið stendur høgrumegin.