B36 hevur skrivað sáttmála við Tórður Thomsen, sum nú skal kappast við Jákup T. Højgaard um plássið sum málverji.
Tað boðar B36 frá á heimasíðuni.
Tórður er uppaldur í NSÍ, men hann hevur eisini spælt við ÍF, B68, AB og HB. Hann hevur eisini verið partur av flestu U-landsliðunum hjá FSF, og nú verður tað samspæli við Mikkjal Thomassen, at hann skal fáa sum mest burtur úr góðu málmansevnunum.
- Vit í B36 eru sera fegin um, at Tórður nú verður at síggja í okkara búna, og tað verður spennandi at síggja, hvussu kappingin millum hann og Jákup T. Højgaard fer at hátta seg, verður sagt á heimasíðuni b36.fo