Málverjin hjá NSÍ, Tórður Thomsen, hevur givið avboð til landsliðið, sum í næstum skal spæla venjingarlandsdyst móti Litava, og í Nations League móti Lettlandi og Malta.
- Fóturin hevur argað meg í eina tíð, og í samráð við venjara, fysio og lækna hildu vit tað vera skilabest. So nú fær hann pausu í nakrar dagar ella vikur, og so verði eg hundrað prosent klárur til steypakappingina, sigur Tórður Thomsen.
Tað er ikki kunngjørt hvør avloysir málverjan hjá NSÍ, men eitt gott boð er Kristian Joensen hjá KÍ. Hann hevur verið úttikin fyrr í ár. Í gjár bleiv Hilmar Leon Jakobsen úttikin fyri Andreas Lava Olsen, sum hevur givið avboð orsaka av trupulleikum í lærkrikanum.
Tað er framvegis óvist um Jóan Símun Edmundsson verður ein partur av hópinum. Arminia Bielefeld hevur rætt til at nokta at leysgeva toftamannin orsaka av koronafarsóttini, men Fótbóltssambandið hevur gjørt eina roynd at finna eina semju.