Tórshavnar Big Band hevur júst fingið heiðurin sum Ársins bólkur/kór í opna flokkinum til Faroese Music Awards, sum fór av bakkastokki í Norðurlandahúsinum í áðni.
Tórshavnar Big Band varð sett á stovn í 1972, so um tvey ár hava tey 50 ár á baki. Hetta vístu Ólavur Olsen og Eirikur Skála á, tá teir tóku ímóti virðislønini. Teir søgdu eisini, at størsta tøkkin fer til Brand Øssurson, sum slóðaði fyri.