Tórshavnar Havn

Heri Mohr
---

Tórshavnar býrað hevur samtykt, at nú skal farast undir eina risastóra útbygging av Tórshavnar havn. At síggja til er hetta framhald av tí, ið varð bygt í 1996/1997, tó við teirri broyting, at komandi útbygging, øll sum hon er, verður úti í Nólsoyarfirði.
Av tí at Tórshavnar havn er før fyri sjálv at fíggja hesa stóru íløgu, sum sostatt ikki fer grópandi í skattaborgaranna lummar, er hetta einki fantasiprojekt.
Hetta kunnu vit øll fegnast um.
Umframt at átrokandi vandamál í Tórshavnar havn mugu loysast við hesi útbygging uttan fjákut drál, opnar hetta projektið, soleiðis sum tað nú er kunngjørt, fyri stórum og spennandi møguleikum.
Skansin, hesin søguligi dýrgripurin, kemur við hesum í eitt nýtt og nógv størri perspektiv orsakað av øllum umhvørvinum:
Skarvhella, Sersjantavíkin, Eystfalssker (har kemur eystfallið í Nólsoyarfirði upp), Válgaravík (har ”Stóragarður” byrjar ella endar), allar tær gomlu, grønu traðirnar – stutt sagt: ”Penapláss,” sum tað nógva av hesum øki æt fyrr í tíðini, gerst ein integrerandi partur av myndini ”Skansin og Penapláss.”
Í 1934 fluttu míni foreldur við 5 synum frá Skansagarði ”Úti á Reyni” í nýggj hús ”Úti á Penaplássi.” Í 1935/36 varð vegurin frá Skansanum til Boðanesgjóg gjørdur. Har var ein uppdyrkingarvegur – sum hvarv við tí nýggja vegnum – og umframt traðir var eitt stórt, steinsett fiskastykki til turking av saltfiski/klippfiski, sum Carl á Lag átti. Húsini hjá Eik banka eru bygd á tí økinum.
Hesin nýggi vegurin fekk navnið Yviri við Strond.
Komandi bátahylur millum skansaøkið og tað nýggja havnaøkið verður ein livandi perla.
”Havnarskansin tað ”yndiga” stað,” sleppur nú úr øllum hurlivasanum á havnaøkinum og gerst aftur livandi í okkara sál.
Arkitektarnir og verkfrøðingarnir, ið fáa hetta spennandi arbeiðið um hendi, mugu ikki gloyma at leggja av byggipláss á tí nýggja økinum úti í Nólsoyarfirði til eina ”Seapavilion in the North Atlantic” við mold og øllum, sum hartil hoyrir.