Tórshavnar Musikkskúli hevur ein stóran leiklut á barnafestivalinum í Norðurlandahúsinum.
31. mars klokkan 15.30 verður tiltakið "Áðrenn vit veiða vind". Lærarar frá Tórshavnar Musikkskúla greiða børnunum frá ymsu pørtunum í tónleikaævintýrinum Veiða Vind, áðrenn tey fara til konsert. Hvat ljóðføri hoyra vit, tá álvagentan dansar? Hvussu ljóðar heglingsælið? Støði verður tikið í tilfarinum, sum finst aftast í bókini og á fløguni "Veiða Vind".
Ein tíma seinni, klokkan 16.30 hevur Føroya Symfoniorkestur ta almennu "Veiða Vind" konsertina í Norðurlandahúsinum.
1. apríl verður tiltakið "Íblástur". Blásaraorkestrini hjá Tórshavnar Musikkskúla Spírar og Blástur hava opna venjing, har børn, sum hava hug at royna eitt blásiljóðføri, kunnu koma og royna seg. Vit lurta eina løtu og síðan sleppa børnini uppí orkestrið, har tey læra eitt sindur meir um ljóðførini, tónleikin o.a. Úti í forhøllini verða eisini alskyns ljóðføri, sum børnini sleppa at royna. Í mesta lagi 20 børn sleppa inn í senn.
Orkestrini venja soleiðis:
15.00-15.25 Spírar (FULLTEKNAÐ)
15.30-15.55 Spírar
16.00-16.25 Blástur
16.30-16.55 Blástur
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Urd Johannesen, samskipara hjá Tórshavnar Musikkskúla greiða frá. Eyðfinn Drewsen gjørdi samrøðuna fyri FM1.