Týska maskinan knústi Grikkaland

Týskland er í hálvfinaluni í EM endaspælinum. Teir vunnu í kvøld ein greiðan og sannførandi sigur á Grikkalandi. Úrslitið varð 4-2.

 

Joachim Löw gjørdi tríggjar heldur óvæntaðar broytingar á liðnum. Út fóru Mario Gomez, Thomas Muller og Lukas Podolski og inn komu Andre Schurrie, Marco Reus og Miroslav Klose.

 

Fyri uttan eina lítla løtu í byrjanini av dystinum, so sat Týskland á øllum dystinum. Longu aftaná tríggjar minuttir var bólturin í málinum, men Miroslav Klose var rangstaddur. Fleiri ferðir var Týskland nær við at leggja seg á odda, men ikki fyrr enn fimm minuttir fyri hálvleik kom hol á.

 

Philipp Lahm rak seg leysan frá vinstru og smekkaði til. Bólturin snýtti málmanni hjá Grikkalandi og so var Týskalnd á odda. Tey mundu verða fá, ið góvu Grikkalandi ein møguleika eftir hetta, tí teir høvdu ikki so mikið sum eina bóltrøring í týska brotsteignum.

 

Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik hendi tað tó. Dimitris Salpingidis fór tvísporandi avstað í høgru síðu og legði innfyri til Georgios Samaras, sum varð fyrstur á og prikaði bóltin í málið.

 

Tað gingu bara seks minuttir, so svaraði Týskland aftur. Fyrst legði Samir Khedira Týskland á odda eftir innlegg. Síðani økti Miroslav Klose eftir horna og bara minuttir seinni fylgdi Marco Reus upp og smekkaði bóltin í tvørstongina og inn.

 

Grikkaland minkaði um munin upp á brotsspark stutt fyri tíð, men talan var upp á allar mátar um ein sannførandi sigur til Týskland.

 

EM fjórðingsfinala:

 

Týskland - Grikkaland 4-2 (1-0)

1-0 Lahm, 39

1-1 Samaras, 55

2-1 Khedira, 61

3-1 Klose, 68

4-1 Reus, 74

4-2 Salpingidis. (br) 89.

 

Týskland: 4-2-3-1

Neuer - Boateng, Hummels, Badstuber, Lahm - Schweinsteiger, Khedira - Reus (Gotze 80), Ozil, Schurrle (Muller 67) - Klose (Gomez 80).

Á bonkinum: Wiese, Gundogan, Schmelzer, Howedes, Podolski, Bender, Mertesacker, Kroos, Zieler.

 

Greece: 4-5-1

Sifakis - Torosidis, Papastathopoulos, Kyriakos Papadopoulos, Tzavellas (Fotakis 46) - Makos (Liberopoulos 72), Maniatis, Ninis (Gekas 46), Katsouranis, Samaras, - Salpingidis.

Á bonkinum: Chalkias, Malezas, Mitroglou, Fortounis, Fetfatzidis, Tzorvas.

 

Dómari: Damir Skomina (Slovenia)